Lýsing
Lýsing
Lýsing

Símun av Skarði - 150 ára minningarhald

SKRIVAÐ: Stjórn Føroya Fólkaháskúla  |  02.05.2022 - 21:45 Mentan Tíðindi

Týsdagin 3. mai eru 150 ár síðani Símun av Skarði varð borin í heim. Símun stovnaði saman við Rasmusi Rasmussen Føroya Fólkaháskúla, sum fyrstu árini helt til í Føgrulíð á Borðoynni, áðrenn hann varð fluttur til Havnar.

 

Símun av Skarði virkaði sum háskúlalærari, rithøvundur, politikkari og annars virkin samfelagsborgari alla sína tíð, og mangir eru teir rithøvundar, sum kunnu vísa á stóru ávirkanina frá honum og Rasmusi eins og konum teirra Sannu og Onnu Suffíu. Og enn rungar Tú alfagra land mítt um landið til mangar ymsar samkomur.

Mangt kundi verið sagt og skrivað um hendan mentamann, men á sjálvum føðingardegnum verður minningarhald, har kransur verður lagdur á grøv Símunar av Skarði, eins og røður og felagssangur eru á skrá.

Minningarhaldið er týsdag 3. mai kl.12.30 í kirkjugarðinum undir Heygnum Mikla í Havn, og tað er alment.

Niðanfyri sæst skráin fyri haldið:

 

  • Felagssangur: Vár við lýggjum vindi
  • Hanna Jensen røðir vegna stjórn Føroya Fólkaháskúla
  • Kransur verður lagdur á grøv Símunar av Skarði
  • Turið Sigurðardóttir røðir
  • Felagssangur: Tú alfagra land mítt

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði
Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-j…