Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit eru føroyameistarar í talvi

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  10.05.2022 - 08:56 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Í gjár var finalan í FM í skúlatelving leikt í Runavík, og vinnarar gjørdust dreingirnir á Skúlatrøð. 

Undankappingin var leikt á Toftum í døgunum 26. til 29. apríl, og tá gjørdist greitt, hvørji tey trý fremstu liðini, ið sluppu víðari til finaluna, vóru. Okkara dreingir úr teimum trimum 6. flokkunum á Skúlatrøð luttóku í undankapping saman við tilsamans 14 liðum, og fingu teir tá eitt flott 3. pláss.

Í gjár hava so Bogi, Poul, Josias, Jákup, Pætur, Regin, Hanus, Rókur og Dánjal úr 6., 7. og 8. flokki telvað, og eftir nógvar leikir og væl spæld talv gjørdust teir ikki minni enn føroyameistarar. 

Sum tað er flott, dreingir! Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett