Lýsing
Lýsing
Lýsing
At skriva út mongu gulu koppsetingarkortini var ein av nógvu eykauppgávunum, Klaksvíkar Sjúkrahús fekk í 2021. | Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús.

Klaksvíkar Sjúkrahús: 2021 eitt tað strævnasta árið nakrantíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.05.2022 - 20:13 Tíðindi

Í ársfrágreiðingini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum júst er komin, verður árið 2021 sagt at vera eitt tað strævnasta nakrantíð. Tey høvdu sett nøsina upp eftir at fáa ein meira vanligan gerandisdag, men í staðin øktist trýstið. Klaksvíkar Sjúkrahús megnaði at handfara trýstið, men tað var hart og merkt av nógvum yvirarbeiði.

Stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur í ársfrágreiðingini, at “Tað serstaka við byrjanini til 2021 var, at øll væntaðu, at Covid-19 var við at vera liðugt. Vit gleddu okkum til ein meira kendan ella vanligan gerandisdag aftur. Men tær væntanirnar vóru ov tíðliga úti. Alt árið varð merkt av Covid-19, næstan meir enn í 2020. Nú vistu vit tó, hvat vit høvdu við at gera, so tað var ikki eins trilvandi.”

Tilburðirnir av Covid-19 øktust og í fleiri variantum, og heilir skúlaflokkar og barnagarðsstovur blivu send heim bæði vegna sóttarhald og við smittuni. Foreldrini máttu ofta við heim, so tað stóð á at finna starvsfólk til tíðir. 2021 var eisini árið við teimum túsundtals koppsetingunum, og tað gav eina nógv økta arbeiðsbyrðu fyri lítla sjúkrahúsið. Tey høvdu væntað og vónað, at færri potingar skuldu gerast, av tí at fleiri og fleiri fólk vórðu koppsett, men so varð ikki. Onkran dagin vórðu yvir túsund potingar, sendur í ársfrásøgnini.

Alt hetta kom umframt tí vanliga virkseminum hjá sjúkrahúsinum. Men út frá Ársfrásøgnini at døma, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús dugað ómetaliga væl at stýrt fíggjarliga. Meirnýtslan við árslok í 2021 var einans kr. 376.430 í mun til givna játtan.

Øll ársfrásøgnin sæst við at klikkja her:

Ársfrásøgnin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri 2021

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nei fíggjar­lógin er ikki komin á beint
Økja um útboðið av bústøðum
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Fíggjar­lógin er komin á beint
Hví skulu øll integrer­ast?
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Aksel og Beinir samdir um tjóðarsemjuna
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð