Lýsing
Lýsing
Lýsing
Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði. | Mynd: Egin mynd.

Nýggjur tænastudepil á Viðareiði

SKRIVAÐ: Hallgerð Akurstein  |  14.05.2022 - 11:50 Tíðindi

NBH fer í næstum at bjóða arbeiðið at byggja tænastudepil á Viðareiði út. Tænastudepilin kemur at fevna um venjingarhøli, heimatænastu og dagtilhald.

Norðlýsið hevur verið í samband við Maritu Sumberg. Hon staðfestir, at Viðareiðis Kommuna er partur av eldrasamstarvinum NBH. Og hon fegnast um, at tað er samtykt, at NBH í næstum fer undir tænastudepil á Viðareiði.

Búskaparfrágreiðingin frá 2019 vísti á, at við demografisku avbjóðingini krevst dirvi frá politikarum og øðrum fyri at tey, sum eldast skal verða betri fyri heilsuliga. Best amboðið í hesum høpi hevur víst seg at vera venjing. Venjingar, sum kunnu verða fyribyrgjandi á eldraøkinum.

NBH metir, at tað er ein tørvur at hava tilboð í økinum uttanfyri Klaksvík. Tí tað er ikki so einfalt hjá eldri at koyra gjøgnum tunlarnar fyri at koma til Klaksvíkar til venjing. Eldri eru truplari at flyta og við hesum tænastudeplinumkemur tilboðið nærri til borgarar eystan Múla.

Sum allar tænastur hjá NBH, so eru hesar tænasturnar ætlaðar borgarum 67+.

Tænastudepilin er ein roynd at fáa fólk at búgva heima sum longst. Depilin kemur at bjóða endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjandi venjing og kemur eisini at hava dagtilhald, og dagtilboð.

Arbeiðið við dagtilboði er farið í gongd og verður royndarkoyrt í løtuni. Sum er verður ein skúlastova nýtt til hetta átak og nýggjar tíðarhóskandi maskinur eru keyptar til tilboðið. Men sum alt annað, hevur hetta verðið darvað og seinkað av korona, men fysioterapeutar eru so smátt farnir í gongd við einum bólki av borgarum.

Afturat dagtilboðunum nevnir Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, at Viðareiðis kommuna kemur at byggja íbúðir, so møguleiki verður fyri døgnrehabilitering í avmarkaði tíðarskeið, 3 mánaðar á gangin.

Væntað verður, at tænastudepilin verður liðugur á heysti 2024. Nýggi bygningurin skal byggjast mitt í bygdini niðan fyri skúlan. Hann verður 400 fermetrar til støddar, er mettur at kosta 13 - 15 milliónir krónur, og eini fimm starvsfólk verða knýtt at deplinum.

Frá NBH siga tey, at farið verður undir byggibúningina í næstum, og vónar NBH at kunna bjóða sjálva byggingina út í heyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni