Lýsing
Lýsing
Lýsing
Øll tey norðulendsku sendifólkini í Íslandi – frá Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi og eisini frá, Polen, Onglandi, Týsklandi og Japan hava verið á Føroyavitjan síðani fríggjadagin. | Mynd: Dávur Winther

Íslendsk sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  22.05.2022 - 20:13 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Øll tey norðulendsku sendifólkini í Íslandi – frá Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi og eisini frá, Polen, Onglandi, Týsklandi og Japan hava verið á Føroyavitjan síðani fríggjadagin.

Tey hava verið á ymsum stovnsvitjanum í Vágunum og Tórshavn - í Tinganes, í Tinginum, Tjóðsavninum, Hiddenfjord og aðrar staðir við. Eisini fingu tey á fundi kunning frá Visit Faroe Islands og Tunnilsfelagnum.

Í dag lá leiðin norðureftir, og fóru tey í morgun í Kalsoynna, har tey saman við Eyðun Eliasen m.a. steðgaðu á við Kópakonuna, sóu bygdina og koyrdu eisini norður á Nes – Trøllanes, har Eyðun greiddi frá tí nógva vakra, har er at síggja – og nógv søguligt er at siga frá eisini.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen var vertur við eitt ábit í gamla Seglhúsinum seinnapartin. Hann helt røðu fyri gestunum og greidd frá um Klaksvík, eins og hann ynskti gestunum vælkomnum til fiskivinnuhøvuðsstað Føroya.

Símun Gullaksen greiddi frá matinum, bóndalívi í Fugloy og søguni hjá hesum serstaka húsi, sum hevði sín stóra leiklut í handils- og útgerðarvinnuni í síni tíð.

Síðani varð farið niðan í Christianskirkjuna, har Marjun Lómaklett, integratiónsprestur greiddi hugtakandi frá altartalvuni, doypufuntinum, bátinum og serstaku træskurðunum hjá Edward Fuglø í kirkjukjallaranum.

Eftir tað varð farið oman í Varpið, har Dávur Winther greiddir frá byggingini av einum nýggjum og spennandi mentanarhúsi í Klaksvík, ið er ætlað at kunna so nógv – og sum vónandi stendur liðugt um ikki so nógvar mánaðir.

Sendifólkini vóru ógvuliga áhugaði og høvdu nógv at spyrja, eins og tey fegnaðust um henda spennandi og litríka bý, sum hevði so nógv at bjóða.

Tað er sendikvinna Føroya í Reykjavik, Halla Nolsøe Poulsen, sum saman við og Elsbu Dánjalsdóttir, ritara, ið hava lagt Føroyaferðina til rættis.

Í morgin fer ferðaliðið aftur til Íslands, eftir – hvat tey siga – eina frálíka ferð í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN
Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veet…
Svimji­felagið NEPTUN
Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo
Jóla­heilsan frá Heimdal R
Jólatónar á Biskupstorgi
Jóla­heilsan Polar Arfivik