Lýsing
Lýsing
Lýsing

Haderslev Domkirkes Drengekor í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  26.05.2022 - 10:00 Mentan Tíðindi

Tað var organisturin, Henrik Skærbæk Jespersen, sum í 2008 byrjaði HADERSLEV DRENGEKOR. Kórið er eitt blandað dreingja- og manskór. Hetta heilt serliga kór kanst tú hoyra í Christianskirkjuni Kristi himmalfarðardag 26. mai kl. 20.00.

Við kórinum eru 56 sangara úr 9 ára aldri og uppeftir. Korið er við til serliga gudstænastur í Dómkirkjuni í Haderslev. Kórið er rættiliga virkið og hevur nógvar konsertir runt umkring, og er eisini við til kappingar ymsar staðir – eisini úti í heimi.

Hvørt ár stendur ein uttanlandsferð á skrá og hava teir m.a. vitjað í Noregi, Svøríki, Týsklandi, Eysturríki, Onglandi og USA.

Haderslev Drengekor er við á kórstevnum og enntá til ”mastericlasses” við dugnaligun kórleiðarum bæði úr Danmark og úr útheiminum.

Kórið hevur - sum eitt av sínum málum - vitjað og sungið í øllum teimum tíggju Donsku dómkirkjunum.

Aðalmálið hjá kórinum er at virka fyri, at menna eitt kór, sum umvegis góðan felagsskap fær góðar tónleikaligar og sosialar upplivingar.

Dreingjakórið hevur við fleiri ymisk høvi sungið fyri teimum kongaligu. M.a. tá ið Athena Prinsessa varð doypt. Eisini sungið fyri Drotningini og Prinsgemalinum tá ið almenna vitjan teirra var í Haderslev, tá Slotskirkjan í Wittenberg varð latin uppaftur.

Í 2011 varð Henrik Skærbæk Jespersen sum bert 31 ára gamal settur sum dómorganistur í Dómkirkjuni í Haderslav. Hann er útbúgvin organistur við Vestjysk Musikkonservatorium og hevur tikið ”Kirkemusikalsk diplomeksamen”.

Hesin raski og virkni urguleikarin setti, sum sagt, Haderslev Drengekor á stovn. Hann hevur eisini longu vunnið ymsar virðislønir, hevur leitt fleiri ymisk kór, er nógv eftirspurdur til fleiri kórstevnur, er, sum sagt, kórleiðari fyri Haderslev Domkirkes Drengekor, sum tú kann hitta og hoyra í Christianskirkjuni.

- Kristi himmalfarðardag í Christianskirkjuni 26. mai kl. 20.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð 3: Vit minnast 2016
Myndarøð 2: Vit minnast 2016
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016
Loksins er serstøk avtala um løn undir ú…
Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan se…
Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum
Fýra U18 leikarar til World Masters ì Bu…
Eldrahugni í Betesda
Minningarhald í Klaksvík
HJARNAR: Bert 50 atgongumerki eftir til…
Minningahald allahalgannadag
Samstarvsavtala um skaðafyribyrging
Minningarhald í Dómkirkjuni
Heyst á Hermóti­num í Klaksvík
Norðlýsið yvir Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Fuglafirði
Árni Frederiksberg: Altíð spennandi og s…
Víkingur hevur betri finaluroyndir enn K…
Tussj á Nevza
Ótrygt foreldur: - Deyðsfella fyri smá b…