Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Kann vinna 10. føroyameistaraheitið við 10-mannaførum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.05.2022 - 20:54 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum) Janus Dam-Jacobsen, sum er aftur á Klaksvíkingi fyri fyrstu ferð síðani 2015, kann í ár skriva søgu fyri flest vunnin føroyameistaraheitir í 10-mannaførum.

Felags fyri teir, sum hava persónligu metini hjá 10-mannaførum er, at teir hava róð við Klaksvíkingi hesa øldina. Hjálmar Hátún er elsti føroyameistarin (47 ár), Magnus Norðberg hevur vunnið flest við einum báti (7), meðan Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Janus Dam-Jacobsen (9) hava vunnið flest føroyameistaraheitir hjá 10-mannaførum. Vegna skaða fær Svein Rógvi ikki róð í 2022, so Janus kann skriva søgu einsamallur, um hann vinnur nr. 10.

Tvær broytingar eru á Klaksvíkingi, sum vann allar róðrarnar í 2021. Hjálmar Hátún og Per Venned eru farnir av, meðan Janus Dam-Jacobsen og Debes Sivertsen eru komnir við. Debes og Jákup Hansen koma at skiftast áleið helvt um helvt, har Debes rør á Norðoyastevnu. Norðlýsið hevur hitt Janus Dam-Jacobsen, sum vann føroyameistaraheitið við Klaksvíkingi í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015, við Eysturoyingi í 2007 og við Orminum Langa í 2018 og 2019.

 


Klaksvíkingur-Ormurin Langi-Klaksvíkingur

42 ára gamli Janus Dam-Jacobsen var við Klaksvíkingi øll tey fyrstu seks árini, tá Klaksvíkingur í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015 vann føroyameistaraheitið (FM). Síðani 2015 hevur hann ikki róð við Klaksvíkingi, men hevur vunnið fleiri FM við Orminum Langa.

- Vit fingu nýggjan Klaksvíking í 2015 og vunnu tað árið. Tað var uppá hangandi hár, tí vit máttu vinna á ólavsøku, og vit vunnu akkurát. Vit fingu ikki so góða byrjan, men vunnu so teir síðstu róðrarnar og blivu føroyameistarar.

- Eftir tað bleiv Klaksvíkingur ikki mannaður í 2016. Í 2017 vóru tað aðrir yngri rógvarar, ið komu framat og mannaðu Klaksvíking. Tá var Svein Rógvi Nielsen Ljósstein venjari í Knørrafelagnum og eg bleiv tá biðin um at rógva við Orminum Langa. Eg kom eitt sindur í síðstu løtu við tá, beint áðrenn Norðoyastevnu. Tað bleiv eitt nokkso turbulent ár, har vit skiftu bát o.s.v. Tað gekk betri út á árið, og vit vunnu tvær stevnur. Í 2018 var eg við Orminum Langa frá byrjan, har tað gekk væl og vit vunnu FM. Og somuleiðis í 2019 var eg við, tá vit vunnu FM. Men í 2020 var eg ikki við meir, tá tað vegna arbeiði, familju o.a. var tíð til at taka ein steðg. Í 2021 skuldi eg ikki verða við, men so missa teir ein mann á næstu stevnuni, og so kom eg við sum ein avloysari, hóast eg ikki hevði vant til kappróður tá. Eg segði ja til at rógva eina stevnu, men eg bleiv verandi restina av árinum. Man hevur róð so rógv, so man fær ikki hildið seg burtur í einari slíkari støðu. Men tað var so tað og sum heild var man ikki ordiliga nøgdur, tí man var ikki í formi, og tað gekk ikki so væl, sigur Janus um síðstu tíðina síðani 2015.

 


Aftur á kendar gøtur

- So man fekk blóð uppá tánna og vildi gjarna gera tað betri enn í 2021. So nú í 2022 er man við frá byrjan. Vit royndu at manna Ormin Langa aftur, men tað eydnaðist ikki. So bleiv eg biðin um at koma við Klaksvíkingi og so rógvi eg við Klaksvíkingi. Tað er sanniliga spennandi eisini, tí man er aftur við Klaksvíkingi, har man hevur verið við so nógv fyrr. Nú er tað Norðingur, Havnarbáturin og Eysturoyingur, sum vit kappast ímóti. So man er eitt sindur heima aftur, tí hóast tað ikki eru so nógvir av teimum gomlu, sum eru við nú, so eru nakrir. So man er staðkendur, og tað at rógva í Klaksvík er so avgjørt tað, ið passar mær best, so tað er eisini gott uppá fleiri mátar. Tað eru eini tríggir við, sum eg havi róð nógv saman við áður, og tað ger tað kanska lættari at koma við. Tað ger, at tað er ikki bara fólk, sum man ikki kendi frammanundan, sigur royndi rógvarin.

 


Samansetingin er serlig

Samansetingin há Klaksvíkingi er serlig eins og í fjør. Tað eru ungir rógvarar, tá vit tosa um 10-mannafør, sum eru fyrst í 20'unum og so eldri rógvarar, har teir flestu eru farnir uppum 40.

- Nú havi eg sjálvandi vant leingi saman við nýggju manningini, og har trívist eg væl. Tað er kanska ein øðrvísi felagsskapur við nógvum ungum rógvarum, men man kennir tað mesta aftur frá tí, at man var eitt sindur yngri sjálvur. So hetta lá eitt sindur til høgra beinið, hóast man ikki hevur róð saman við teimum flestu áður.

- Tað riggar fínt. Tað er uppá ein máta ein góð samanseting. Tað eru ungar kreftir av rógvarum, sum hava róð nógv saman og sum hava koyrt á í nógv ár. Teir hava nógva orku. Síðani eru tað vit eitt sindur eldri, sum hava meira royndir og sum skulu stríðast eitt sindur meir við at koma í tann ordiliga formin. So samanumtikið riggar tað væl. Tað merkist eisini, at tað er lítið av útskifting umborð. Nokkso skjótt situr tað hampiliga væl, men so eru tað fínpussingar og marginalar at fáa alt samanrógvið, men tað er tað hvørt ár. Síðstu tíðina hava vit stríðst við at fingið tað uppá pláss sum skal gera, at vit vinna á Norðoyastevnu, sigur Janus.

 


Tillaga venjingina

- Venjingin minnir nógv um tað, sum vit eru vanir við. Munurin er, at tá man er eitt sindur eldri, so brúkar man nakað meira tíð at koma fyri seg. So man skal verða eitt sindur meira skilagóður, brúka høvdið og gera tey røttu tingini við kosti o.s.v. Tað blívur eitt sindur týdningarmiklari at gera tingini røtt. Men tá kappingarárið nærkast, so venur man stórt sæð hvønn dag.

- Vit hava allatíðina vænta harðast kapping frá Norðingi, har tað er manningin á Sundabátinum umframt nakrar góðar mans, sum hava róð fyrr og sum eru góðir og sterkir menn. Men vit vita so lítið um Havnarbátin og Eysturoying, at tað kann líka so gott blíva kapping frá teimum, tað vita vit ikki, sigur Janus og greiðir frá, hví Klaksvíkingur sum tann einasti ikki luttók á ódnartøkum.

- Vit luttóku ikki í ódnartøkum, tí tað er so tætt uppundir Norðoyastevnu, og tá órógvar tað í so nógv venjingarætlanina fyri árið, sigur hann.

 


Tvey 10-mannafør úr Norðoyggjum

- Tað man verða nakað langt síðani, at tvey 10-mannafør úr Norðoyggjum eru við uppá hendan mátan. Tað gevur ein eyka spenning. Menn á Klaksvíkingi arbeiða saman við viðhaldsfólkum ella rógvarum hjá Norðingi og øvugt. So alt er øgiliga tætt uppá hjá báðum. Onkur vildi kanska sagt næstan ov tætt uppá. Fólk í Klaksvík og norðanfyri ivast næstan, hvørjum tey skulu halda við. Tað veldst alt um, hvønn man kennir o.s.v., sigur Janus sum tó ikki heldur, at tað er eyka trýst á at vinna, tá Norðingur er við.

- Eg skal ikki svara fyri allar, men trýstið sum eg leggi á meg í kappróðri, tað kemur mest innanífrá. Tað trýstið sum kemur uttanfyri ávirkar ikki meg so nógv. Men eg ivist ikki í, at hjá fleiri spælir tað kanska nógv inn, at man ikki má tapa fyri einum øðrum báti í Norðoyggjum, sigur hann.

 


10 føroyameistaraheitir fyllir einki

At Janus kann vinna 10. føroyameistaraheitið og harvið seta met sum mest vinnandi rógvari hjá 10-mannaførum nakrantíð fyllir ikki nógv hjá persóninum sjálvum.

- Tað vil eg ikki siga. Um tað var tað, sum dró, so hevði tað verið tungt. Tað er meir tað, at mær dámar at rógva og stremba eftir at vinna og gera tingini ordiligt, so at man kann enda við at vinna. Hvørt ár er motivatiónin í stóran mun kanska tann, at eg kann gera tað einaferð afturat, vinna einaferð afturat. Tá man hevur vunnið trý FM, so kann mann vinna eitt afturat o.s.v. So tað hevur ikki verið nøkur motivatión at verið einsamallur á onkrari fiktivari krúnu har. Tað kann kanska verða stuttligt at fortelja langabbabørnunum einaferð og at tosa um, men ikki meir enn tað. Tá hevur tað mest at siga at kunna rógva og vinna eitt ár í senn, heldur hann.

 


Hava tað sum skal til

Til endans spyrja vit um Klaksvíkingur hevur uppskriftina uppá FM 2022.

- Eg haldi, at vit hava fortreytirnar og karmarnar til at vinna FM. Tað er í okkara hondum og um vit gera tingini ordiligt og rætt, so kunnu vit vinna. Tað er eingin ivi um tað, sigur Janus, ið tó ikki er samdur við teimum sum halda, at Klaksvíkingur er stórfavorittur.

- Nei tað eru vit als ikki. Tað er eitt nýtt ár, og manningin er ikki tann sama. Tað eru eisini nýggir og ymiskir avbjóðarar, so eg síggi okkum ikki sum stórfavorittar, sigur Janus Dam-Jacobsen at enda.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…