Lýsing

Nordhavns Regatta 2022

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.05.2022 - 11:01 Ítrottur Tíðindaskriv

Størsta stevnan í DK nakrantíð

 

Føroyingar samlast til Nordhavns Regatta nú leygardagin 28. mai 2022. Tað er gott at kunna møtast aftur, nú korona er av á hesum sinni, úti nú summarið er komið, og tí verður stevnan tann størsta, ið nakrantíð hevur verið í Danmark. Enntá við gudstænastu fyri fyrstu ferð, á strondini undir opnum himli, um veðrið er til vildar.

Eitthvørt verður fyri føroyingar í ymsum aldri. Fyriuttan kappróðurin verður massar av musikki, vælkendu pylsurnar frá Marneri og Per av Tvøroyri, gastronomiskur matur úr Útnorði, kafe, heimabakað og barr. Róðrarfelagið Tvørabáturin, ið býr í Nordhavini, hevur 5 manningar, og væntað verður, at einar 12 manningar verða í alt úr teimum fimm róðrarfeløgunum í Danmark. Møguleika er at síggja alt á fyrsta klassa í tíggju leðursofum á strondini, fyristillið tykkum!

Lutaseðlar eru at fáa við stórum vinningum og generøsum/gávumildum gávukort frá IceFood-handlinum á Amager við alskins mati, drekka og lutum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

ICEFOOD er nógv tann stórsti sponsor til:
NORDHAVNS REGATTA 2022

Við sjógvin á græsinum:
Nordhavns Regatta 2022 er eitt ókeypis og fjølbroytt tiltak fyri øll í morgin leygardagin kl. 14 á Vesterhavsvej 9. Sjey leður-sofur og fleiri havamøblar, pútir og teppi eru tøk á græsinum við strondina. Kl. 15 er Open-Air føroysk gudstænasta við presti úr Dali Borgny Brünings-Hansen + organistur á harmoniku, sálmar og klokkari er Sir Martin Fjallstein. 500 lekrar grillpylsur eru at keypa, Virgari Tórarson Dalsgaard setir stevnuna. Janus Á Húsagarði undirheldur føroyskt og írskt. Kappróður við 10 manningum, frásøgumaður Jonleif Danielsen, medaljur og boblivatn. MobilePay er einasta gjaldsføri á strondini.

Í teltinum og inni í Pallastovu:
Føroysk, grønlendsk og íslendsk matsøla og kaldar øl/vatn. Bara MobilePay og kontantir verður móttikið í teltinum. Beinleiðis úr Klaksvík er norðoyastevnu-róðurin á 2 x 2 metur skermi og 4 stórir hátalarar + Champions Legaue finaluna 2022 LIVE úr París. Øl 20 kr og føroysk øl 30 kr. Vit hava 20 lekrar heimabakaðar kakur og kaffi at selja. Sissal Kampmann avslørar vinnarnar til lutaseðlarnar kl. 23.30 í teltinum við ding-ele-dar-tónum frá "the legend" Johan Í Kollafirði.

Konsert, show og dansur:
Rungandi felagssangur í teltinum úr flottum sangheftum við 65 songum, Hans Petur í Brekkunum syngur fyri, Tummas Niclasen á harmonika við meira. Show og dansur við Johan Í Kollafirði & Hans Petur í Brekkunum, DJ og barr, Surprise, Mikkel T. Christensen DUO langt út á náttina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan
Herverk í Klaksvík
Íslendskt kirkjukór í Christians­kirkjuni