Lýsing
Lýsing
Lýsing
Animerað mynd av Bakkafossi á Skálafjørðinum

Stór føroysk skipsverkætlan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.06.2022 - 06:30 Tíðindi Vinna

Lítil teknistova í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn hevur teknað eitt av heimsins størstu og mest framkomnu brunnskipum.

(Grein úr blaðnum)

 

Talan er um brunnskipið Bakkafossur hjá Bakkafrosti, sum lastar samanlagt 10.000 tons, 7000 tons í lastatangum og 3000 tons í bunkerstangum, harav meginparturin er vatn, sum verður framleitt umborð burtur úr sjógvi. Framleiðsluorkan er 6000 tons av vatni um samdøgrið.

Í lastatangunum, sum eru 4 í tali, kann skipið føra 1000 tons av livandi laksi.

Skipið er ætlað bæði at flyta livandi laks til slakt og at viðgera laks fyri lús í vatni.

 

Lítla teknistovan, sum er føroyska deildin hjá donsku skipsteknisku ráðgevarafyritøkuni Knud. E. Hansen, varð á sinni ráðgevandi og hevði byggieftirlit, tá ið fyrsta stóra brunnskipið hjá Bakkafrosti, Hans á Bakka, bleiv bygt. Ein skipsverkætlan, sum Rolls Royce og størsta brunnskipareiðaríið í Norra, Sølvtrans, í felag høvdu ment.

Marni Olsen og Thormund Johannesen, sum tá mannaðu lítlu teknistovuna, og høvdu eftirlit við byggingini vegna Bakkafrost, boðaðu tíðliga Bakkafrosti frá, at eina slíka skipsverkætlan høvdu teir sjálvir væl megnað og enntá betur enn norðmenn, og bjóðaðu seg tí fram at tekna næsta brunnskipið hjá Bakkafrosti.

 

Takkað verið djørvu avgerðini hjá Regini Jacobsen, stjóra í Bakkafrosti, at tora at taka Marna og Thormund upp á orðið, hóast aggresiva marknaðarføring frá norðmonnum, stendur lítla teknistovan, sum í dag telur tríggjar mans, Jóhannes á Forunum er komin afturat, fyri hesi risa skipsverkætlan, ið nú nærkast endanum, tí skipið verður latið Bakkafrosti í august.

Stóra útroknings- og tekniarbeiðið hava hesir tríggir tó ikki megna einsamallir, og tí hevur nakað av fólkið á høvuðsskrivstovuni hjá KEH í Helsingør luttikið, men verkætlanin hevur tó verið stýrd 100% úr Føroyum.

 

Í skipinum, sum er 109,2 m langt og 22,2 m breitt, eru allar skipanir riknar við el-orku, sum verður framleidd av 5 dieselaggregatum, ið standa í dekshúsi á yvirdekkinum. Hetta fyri lætt at kunna skifta dieselaggregatini við nýggjar grønar orkuloysnir, tá ið hesar verða tøkar, uttan at gera nakrar sum helst aðrar broytingar aðrastaðni í skipinum.

Og verða serligar avbjóðingar viðvíkjandi brennievni, sum til dømis ammoniakk, er pláss fyri 16 20-fóts bingjum uppi á maskindekshúsinum, har framtíðar brennievni møguliga kunnu goymast í tangum.

Skipið hevur eisini eina battarískipan, sum bæði tekur topplastir og javnar millum tey 5 dieselaggregatini, soleiðis at tey, sum koyra, altíð koyra við optimalari maksimalari last. Manglandi orka ella yvirskotsorka verður ávikavist lødd av ella lødd inn á battaríini. Harafturat hevur skipið háspenningslandsamband, so SEV kann veita skipinum 2500 kVA gjøgnum 10 kV kaðal, tá ið skipið liggur við bryggju á Bakka.

 

Framdriftsmotorarnir eru tveir seintkoyrani asynkron el- motorar í tandem beinleiðis á skrúvuaksilin uttan gir. Einastu slitlutir í framdriftsmotorskipanini eru sostatt 4 oljusmurdar hvíttmetalslegur, ið skuldu koyrt í eini 30 ár uttan trupulleikar.

Hóast skipið er stórt og harvið rúmsátt, so er stúvstappað við tekniskari útgerð allastaðni í skipinum.

 

Skipið brýtur á mangan hátt við vanligar innrættingar í brunnskipum og øðrum skipum sum heild. Hetta skip er tí tekin um, at føroyingar saktans kunna standa fyri stórum og slóðbrótandi skipsverkætlanum.

 

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri er eisini tekin um, at føroyingar hava megna at staðið fyri nýbrótandi skipsverkætlanum, og, í tí føri, eisini smíðað, hóast skrokkurin bleiv gjørdur uttanlands.

 

Tað er tí harmiligt, at føroysku reiðaríini hjá verksmiðju- og uppisjóvarskipum lata norðmenn og danir standa fyri sínum skipaverkætlanum, tá ið føroyingar, sum áðurnevndu dømir vísa, minst líka væl eru førir fyri tí. Og tað átti so slett ikki at verið nakar ivi um tað, tá ið talan er um fiskiskip.

 

Nú maritima veitaravinnan í Føroyum seinastu árini hava ment seg rættuliga nógv, og nýggj stór turrdokk er á veg, átti tað at ligið í kortinum hjá øllum, ið kunnu viðvirka, at føroyskt skipasmíð, frá tekniborði til liðugt skip, kanska undantikið skrokkarbeiði, aftur skal á skrá.

 

Hetta vil ikki bara verða til fyrimuns fyri ta siðbundnu maritimu veitaravinnuna í Føroyum, men fyri at kalla alla handverksvinnu, tí tað eru ongar byggiverkætlanir, sum krevja so nógv og ymist handverksarbeiði, sum skipasmíð. Og serliga eru tað maskin- og el-arbeiði, sum tað er nógv av. Júst tær yrkisútbúgvingar, sum eitt vaksandi tal av ungum føroyingum, sum nú fara handverksvegin, velja sær.

 

Eitt skip kann ikki, sum ein bygningur á landi, knýta seg at kommunalum veitingum, sum til dømis SEV, Fjarhita, vatnveiting og kloakk. Hetta má alt byggjast sjálvstøðugt umborð. Møguleiki er heldur ikki at ringja eftir sløkkiliði, um eldur kemur í, og tí eru avbjóðandi krøv til bæði brandtrygd og sløkkiskipanir. Harafturat skulu eisini vera møguleikar at sleppa trygt av skipinum, um tað, í vandastøðu, skuldi verði síðsti útvegur.

 

Eitt skip er sostatt sum eitt lítið samfelagi við øllum teim hentleikum, sum hartil hoyra, men tó nógv meira avbjóðandi at byggja, tí tað hevur onki grundstykki at standa á. Tað má í sjálvum sær bera seg upp í sjónum, og tí má atlit allastaðni takast fyri javnvág millum vekt og uppdrift og harumframt vektfordeiling bæði langskips, tvørskips og ikki minst loddrætt, so stabiliteturin er í lagi. At skipið skal kunna flyta seg, sigla, setur eisini krøv til formin, so alt í alt eru rammurnar fyri tí lítla samfelagnum, sum eitt skip er, sera nógv meira avbjóðandi enn aðrar byggiverkætlanir.

 

Skulu vit hava eitt fjølbroytt vinnulív í Føroyum, so er skipasmið heilt vist eitt, sum vit eiga at satsa uppá, tí tað er tað mest avbjóðandi og mennandi, sum vit kunnu bjóða okkara handverksvinnu.

 

Bakkafossur í ger

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til la…
Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Bigge heilsaði uppá Pernille Brandenborg
Myndarøð: Kvinnulands­liðið vitjaði Kjølb…
Marknaðardagur á Fossánesi
Jóla­trøini
Tvey bløð hjá Norð­lýsi­num til jóla
Birita tekur sæti á tingi
Dialysuviðgerð átti at verði sett á stov…
Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at…
Filmurin Missir í Havnar Bio leygar­dagin
Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstj…
Nýggj ráðgeving undir ÍSF
Eystur­kommuna hevur skipað seg
Órímiligt at enn einaferð leggja eftir f…
Onki parkerings­hús hesa býráðssetuna
Mercedis: Hví skulu vit vera tænarar hjá…
A-Landsliðið hjá kvinnum venja í Klaksví…
John Høj 95 ár
Annika S. Biskopstø: Matpakkin skal í sø…