Lýsing
Lýsing

Reyði týsdagur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.06.2022 - 11:20 Leiðarin Politikkur

Áttu vit ikki at haft goldið fongslið og radaran sjálvi?

Týskvøldið var danski forsætisráðharrin til landsdyst millum Føroyar og Luxemburg. Eftir góða úrslitið hjá U21 í Klaksvík vóru vónirnar ikki heilt lítlar um, at vit kundu vísa henni gott føroyskt fótbóltsspæl. Symbolikkurin kundi veruliga gingið upp í eina hægri eind, tí í báðum dystunum vóru mótstøðuliðunum í reyðum klæðum, litin hjá danska landsliðnum. Nú kundu føroyingar seta tey reyðu uppá pláss bæði so og so. Men gakk.

Longu tíðliga undir katastrofala dystinum ímóti Turkalandi leygarkvøldið tosaðu viðmerkjarar um, at vit skuldu sláa kalt vatn í blóðið, tí Turkalands-dysturin var tann torførasti á skránni, og at har komu lættari dystir seinni á programminum. Hildið var, at føroyska landsliðið kundi ógjørligt avrika verri enn eitt 4-0-tap. Men við ikki bara at tapa dystin móti Luxemburg, men eisini at innkassera 2 reyð kort, bleiv talan um ein reinan marrudyst. Hvørki René Shaki ella Sølvi Vatnhamar vera nú tøkir til komandi dystin, og møguliga heldur ikki tann seinasta.

Fótbóltslegendan Allan Mørkøre hevði eitt gott boð uppá, hvat tað er, ið gongur galið hjá føroyska landsliðnum. Landsliðsvenjarin úttekur ikki spælarar, ið eru glóðheitir beint nú, men satsar uppá teir somu ferð eftir ferð. Og tað er ikki ein skilagóð satsing, mugu vit bara staðfesta. Hin stóra legendan, Jóannes Jacobsen, ið var viðmerkjari til dystin, legði afturat, at landsliðið eigur at avspegla teir bestu í føroysku feløgunum. Hóast hann ikki segði tað beinleiðis, var hetta ivaleyst eitt skot eftir úttøku av fleiri leikarum, ið spæla í lægri deildum í útlendskum fótbólti.

Mette Frederiksen hevði júst sæð danska landsliðið levera undirhald í heimsflokki, tá hennara leikarar í reyðum vunnu á bæði fraklendingum og eysturríkarum á útivølli við 1-2 í báðum dystum, áðrenn hon kom á Tórsvøll. Leiðarin fyri reyða blokkinum fekk aftur ein dyst, har teir reyðu vunnu, og har okkara menn sóu reytt ikki færri enn tvær ferðir. Hósdagin fer hon heim aftur við tveimum kontroversiellum undirskriftum í skjáttuni. Danmark hevur sigrað á øllum hermótum. Føroyar hava ikki.

Ikki tí. Tað er sjálvandi eitt stórt framstig fyri Føroyar at fáa eitt fongsul í Føroyum, soleiðis at føroyskir fangar kunnu sita dómar í Føroyum. Tað er gott fyri fangarnar, at teir kunnu tosa sítt móðurmál í fongslinum, har teir sita. Og tað er uppaftur betri fyri samfelagið, at føroysku fangarnir ikki, ella í nógv minni mun, koma at sita saman við fulltíðarkriminellum bandalimum, rockarum o.ø. herdum brotsmonnum í stóru donsku geglunum. Men áttu vit ikki at goldið fongslið sjálvi?

Hin undirskriftin hjá Mette Frederiksen var ein stórsigur fyri hana og Danmark. Serliga tjóðveldisfólk og framsóknarfólk hava mótmælt, at vit nú fáa ein danskan radara. Neyvan tí at tey eru ímóti at vit verða vard í fyrstu atløgu av donsku verjuni og í síðsta enda av risastóra militerapparatinum hjá NATO. Tað er ikki minst gott í verandi spentu heimsstøðuni, nú vit at síggja til fáa eitt nýtt Kalt Kríggj. Men áttu vit ikki at goldið radaran sjálvi?

Hóast vit kunnu taka ikki so lítið positivt við okkum frá degnum, so má sigast, at dagurin 7. juni var onki serligur fyri sjálvsálitið hjá okkum føroyingum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ingi og Danny á OY Voxbotn 2023
Morgunsangur mikumorgunin 7. juni kl. 10…
Nýggj bók: Orð úr Orðinum
Seks növn afturat á G!
Sámal Petersen í húsunum hjá Nólsoyar Pá…
Hvussu verður veðrið restina av juni?
Sveinaprógvhandan á Tekniska Skúla
Hetta er pínligt, harra løgmaður!
Íløgurnar minka í Føroyum – vaksa í Skot…
Fatalar fylgjur fyri Pelagos
Norðoya Javnaðar­felag: Eykaaðalfundur
Tak leiðslu­útbúgving á masterstigi
Signa Vár luttekur í Virtus Global Games
Hvør betalur fyri at Eysturoyar­tunnilin…
Skrúðgongan og røðan sunnudagin
Nær skulu vit vænta at fáa eina integrat…
Veðrið í vikuni
Hagtølini hjá Páll í altjóða fótbólti sí…
Løgmaður villeiðir Føroya fólk
Besti leikarin í Betri Deildini er vraka…