Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: B36-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.06.2022 - 07:30 Ítrottur Tíðindi

Í dag skal KÍ í Gundadal á fyrsta sinni hetta kappingarárið.

Undan dystinum liggur KÍ greitt á odda í Betri Deildini, meðan b36 liggur á 4. plássi, 15 stig aftanfyri KÍ.

B36 hevur í vikuni sagt farvæl við Uros Stojanov, meðan Hannes Agnarsson er komin til, men ikki fyrr enn í juli. Hann verður sostatt ikki við í dag. Magnus H. Jacobsen hevur leikbann, meðan Andrass Johansen er ivasamur vegna skaða.

Hjá KÍ eru Jonn Johannessen og Dmytro Lytvyn skaddir. Hinvegin er Claes Kronberg nú ordiliga frískur aftur. Anders Holvad er í vikuni komin til felagið, og møguleiki er fyri, at hann fær spælitíð longu í dag. Hjá KÍ er stórt ivamál um toppskjúttan Páll A. Klettskarð, sum hevur ein skaða at dragast við. Hann fór út í hálvleikinum móti Víkingi í venjingardystinum í landsliðssteðginum.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 15.00. Dómari verður Petur Reinert.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…