Lýsing
Lýsing
Lýsing
Meira kunning um starvið er eisini til heimasíðuna hjá mentanarhúsinum: www.varpid.fo

Lýst verður eftir leiðara til Varpið

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.06.2022 - 12:43 Mentan Tíðindi

Lýsingar eftir leiðara til Mentnarhúsið, Varpið hava verið í bløðunum um vikuskiftið.

Í lýsingini verður m.a. sagt: ”Mentanarhúsið, Varpið í Klaksvík er nú komið so langt áleiðis, at tørvur er dagligum leiðara. Tú skal skipa eitt marglitt mentanarlív og fólksliga mentan í breiðari merking. Eitt mentanarlív, ið so nógv sum gjørligt kunnu kenna seg aftur og heima í.

Talan er um eitt spennandi starv, har tú fært møguleikan at royna títt hugflog og fært stóra ávirkan á, hvussu húsið fer at ríka og fjølbroyta virksemið og annars seta dám á býarmyndina í Klaksvík, Norðoyggjum og grannalagnum annars.

Tú hevur tilvísing til grunnin Mentanarhús í Klaksvík, ert ovasti leiðari av mentanarhúsinum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av starvsfólkunum og menningini av mentanarligum tilboðum í húsinum”.

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til: starv@varpid.fo.   

Freistin fyri at senda umsóknir er ásett til í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2022 kl. 12:00.

Meira kunning um starvið er eisini til heimasíðuna hjá mentanarhúsinum: www.varpid.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár