Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nær verður spakin settur í, Jenis?

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.06.2022 - 15:36 Politikkur Tíðindi

Spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður landsstýrismannin Jenis av Rana í samband við Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Spurningurin er settur sum ein fyrispurningur á Føroya Løgtingi.

Setti spurningurin er soljóðandi:

Spyrjari:  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður

Svarari:  Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Evni:  Húsarhaldsskúli Føroya

Spurningar: 

1.       Ætlar landsstýrismaðurin sær í Løgtingið at dagføra lógina um Húsarhaldsskúla Føroya beinanvegin á Ólavsøku?

2.       Nær verður spakin settur í til nýggja Húsarhaldsskúlan?

Viðmerkingar:

Tann 25. mai 2022 spurdi eg landsstýrismannin, hví spakin ikki enn var settur í til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Landstýrismaðurin svaraði, at ein høvuðsorsøk var, at verkætlanin var blivin dýrari enn mett, og sum var lagt upp til í galdandi heimildarlóg um studningslán til at byggja skúlan.

Nú verður ikki bíðað eftir Bústøðum ella Klaksvíkar kommunu, men eftir Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Sum skilst snýr tað seg um 3,4 mió. kr. í løtuni fyri at fáa sett gongd á byggingina; ein meirkostnaður, sum er íkomin av bíðing og tillagingum.

Tí vil eg nú aftur - næstan ein mánaða seinni - spyrja landsstýrismannin, um hann hevur gjørt nakað ítøkiligt fyri at broyta galdandi heimildarlóg skjótast gjørligt, so farast kann í gongd.
 
Tað verður uttan iva eitt ómetaliga tungt afturstig fyri skúlan, um skúlabyggingin aftur nú – eftir 16 ára royndir og bíðing – skal útsetast enn einaferð. Tað er stórur tørvur á skúlanum, tí til komandi skeið hevur Húsarhaldsskúli Føroya fingið 65 umsóknir, men pláss er einans fyri 21 næmingum.

Vit eru ein matvørutjóð, har matgerð úr okkara rávøru fær størri og størri virðing runt um í heiminum. Tí er hesin skúlin, sum hevur prógvað sítt virði og tilverugrundarlag nú í skjótt hálva øld, sera umráðandi fyri okkara framtíðarinntøkur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin