Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rómur í Voxbotni | Mynd: WhatsOn.fo

Lívsjáttandi pisufestivalurin Voxbotn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.06.2022 - 15:57 Mentan Tíðindi Vinna

Tað ber ikki til at hava eygleitt arbeiðið handan Føroya mest urbana festival, Voxbotn, uttan at hava lagt merki til ta ovurhonds stóru orku, sum fyriskipararnir hava lagt í at gera festivalin góðan. Sum allir festivalar hevði eisini Voxbotn sínar barnasjúkur, men har merktist frá byrjan ein eldhugi fyri at gera tað betur árið eftir. Sum árini hava gingist, hevur festivalurin ment seg frá at vera ein góður miðsummardagur við tónleiki afturvið til at vera ein toppprofessionelt fyriskipaður tónleikafagnaður.

 

Ikki tí, sjálvt grundkonseptið, tónleikur út í eitt í 12 tímar, stendur rimmarfast og verður ikki vikað. Og hví? Tí tað riggar! Í ár verður lagt fyri við Marius DC kl. 15 leygardagin, og so koyrir skráin bara úteftir við 45 til 60 minuttirs konsertum við Rasmus Hagen, Ude af Kontrol, Brimheim og BoyzLife, áðrenn vit fara yvir í nostalgiina við Safir, Týr, Niarn, Hugorm og tí í 1990’unum risastóra Michael Learns to Rock. Síðani verður eitt yvirlapp á miðnátt, har góða gamla “Dans på brygga”-tiltakið verður hildið í hevd, samstundis sum tey ungu fáa sítt við Reiley, Tungewaag, Tobias Rahim og sum rosinuni í pylsuendanum Swangah.

Maðurin, sum meira enn nakar annar hevur myndað Voxbotn, er tann ótroyttiligi náttarkongurin og høgguslokkurin Rúni Djurhuus. Flestøll fólk munnu undrast yvir, hvaðani í allari verðini hann fær orkuna frá, og spurningurin er líka aktuellur sum ósvaraður í dag. Rúni Djurhuus er sera virkin fótbóltsfjeppari og møtir ofta upp til dyst uttanlands, hann er kendur úr náttarlívinum, hotellbransjuni, politikki, ítrótti og so mugu vit steðga her vegna plásstrot.

Mong munnu minnast, hvussu Voxbotn kom í andglettin undir Coronakreppuni. Festivalurin kundi ikki haldast, tað var greitt, men tað skaraði framúr, hvussu hart fyriskipararnir og serliga Rúni Djurhuus spentu seg fyri, so at festivalgestirnir ikki skuldu vera snýttir fyri góðu konsertirnar. Atgongumerkjasølan varð avgreidd professionelt, so øll fingu sítt aftur, og so løgdu teir annars til brots aftur við at fyriskipa ikki færri enn 2 × Voxbotn í 2021 slag í slag. Nógv kundi ganga galið, ikki minst tí at farsóttin enn ikki var heilt avhæsað tá, men professionella fyriskipanin syrgdi fyri, at tað ikki hendi.

Har tað áður var góða gamla jóansøkan í Suðuroy, ið var pisuveitslan yvir allar, má sigast, at Voxbotn nú hevur yvirhálað og eigur munin. Tí skoðar tú oman yvir Voxbotn úr erva, so er allur Vágsbotnur hvítur av eyðkendu føroysku studentahúgvunum. Pisur frá øllum útbúgvingarbreytum og úr øllum landinum savnast nevniliga fyrst og fremst á Voxbotn fyri at fagna, at skúlin er liðugur, í øllum førum fyri fyrst, og at lívsleiðin nú stendur opin.

Hugsað er eisini um børnini á Voxbotni, og fyri teimum verður fyriskipað eitt serligt Vitus-land á parkeringsplássinum uttanfyri býráðshúsini. Annars fer festivaldagurin fram har, sum hann plagar, ið er fram við Reinsarínum, Perluni og Hotel Tórshavn, oman og niðan móti Vaglinum, út móti Skálatrøð, og so annars á bryggjukantinum fram við bátabrúgvunum og út eftir ímóti Tinganesi.

Sanniliga eitt lívsjáttandi og summarsligt tiltak, kanska serliga fyri nýklaktu pisurnar, men eisini fyri bæði børnini í spælilandi og tey tilkomnu á bryggjudansi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
100 fermetrar stórt KÍ flagg
Her sæst KÍ dysturin hóskvøldið
Postkort úr Finlandi
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi