Lýsing
Lýsing
Lýsing

Røðan hjá ÍSF forsetanum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  01.07.2022 - 21:43 Mentan Tíðindi

Elin H. Joensen, ÍSF forseti helt røði í sambandi við setanina av Føroyaleikirnir vórðu settir seinnapartin í dag.

Páll Brim og Brynjar Olsen sungu og spældu fyri og eftir røðurnar, har Karl H. Johansen, borgarstjóri eisini helt røðu og annars seti leikirnar.

Elin griddi m.a. frá, at ÍSF seinastu tíðina hevur arbeitt við hugtøkunum »rørsluføri« og »rørslugleði«.

Við »rørsluføri« meina vit ikki bara kropsligar førleikar. Tá meina vit eina breiða heild av førleikum og royndum, sum geva íðkarum hug, áræði og møguleika at taka lut í nógvum ymsum ítróttagreinum og rørslu av ymsum slagi. Hetta er tankin um eina sterka, livandi og virkna breidd.

Og vit vita, at tá ið ítróttatilboðini eru hóskandi kropsliga, sosialt og kensluliga, fáa vit eina uppliving av at eydnast. Tað er hetta, ið skapar rørslugleði. Og rørslugleðina skulu øll kenna. Øll skulu kunna vera við í ítrótti, sama hvat støðið er, sama hvør aldurin er og sama hvat kynið er, segði ÍSF forsetin í røðu síni.

Niðanfyri verður røðan hjá Elin H. Joensen, ÍSF forseta endurgivin:

Góðu tit øll!

Hjartaliga vælkomin til Føroyaleikir - nú vit á øðrum sinni fara at royna okkum, kappast og hugna okkum saman í Vági, Klaksvík, Runavík og Havn.

Í fjør vóru 1250 luttakarar, men í ár eru tit umleið 2000! Tit eru altso 750 fleiri í ár enn í fjør.

Og í fjør vóru 19 ítróttagreinar við - í ár fara tit at kappast í 21 ymsum greinum. So eisini her er framgongd.

Tað er fantastiskt - og vit miðja ímóti, at Føroyaleikir spakuliga vaksa í vavi hvørjaferð, teir eru.

Komandi ár verður vónandi aftur høvi at hava oyggjaleikir, og ætlanin er, at vit framyvir fara at kappast á Føroyaleikum annaðhvørt ár - tað árið, ið vit ikki kappast á oyggjaleikum.

Føroyaleikir eru ein kapping. Men í ítrótti er tað so, at tann størsta kappingin altíð er ímóti okkum sjálvum. Tað snýr seg jú fyrst og fremst um, at vit sjálvi gerast betri, skjótari, djarvari, sterkari og klókari. Og so mugu vit síggja, hvussu langt okkara besta røkkur í kappingini við hini.

Enda vit aftast í kappingini - so hava vit kortini vunnið ímóti okkum sjálvum. Tí vit hava vant - eisini tá ið veðrið var ringt og sofan var góð. Tí vit møttu upp og vóru við. Tí vit høvdu árræði.

Og sama hvar á stigatalvuni vit enda, so eru vit ein partur av kappingini og av felagsskapinum, um vit bara taka stigið og luttaka.

Tí vilja vit enn einaferð bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til Føroyaleikir. Bæði tykkum, sum ætla at vinna - og tykkum, sum ætla at vinna á tykkum sjálvum.

Herfyri sóust myndir frá eini stórari marathonrenning uttanlands. Tann fyrsti, sum kom á mál, varð - sum vera man - stórliga fagnaður. Tað var tónleikur og klappandi áskoðarar.

MEN - tann allar-síðsti luttakarin; tann sum kom stríðandi langt aftaná øll hini - fleiri tímar aftaná tann fyrsta - fekk eisini hesa somu móttøkuna. Har var tónleikur, litir og lív - og rennarar, sum runnu við og heppaðu viðkomandi tað seinasta strekkið. Har var konfetti og stórur fagnaður. Tí tann seinasti, sum kemur á mál, hevur eisini framt eitt bragd. Tann seinasti hevur eisini vunnið - á sær sjálvum.

Og júst hetta er hugsanin við Føroyaleikum. Vit vilja fagna teimum bestu. Vit vilja hava kappingar á høgum stigi og vit vilja hugtakast av teimum bestu. Men vit vilja samstundis eisini fagna øllum teimum, sum vága at melda til og kappast ímóti sær sjálvum.

Tað sæst eisini í kappingunum, sum ymsu sambondini skipa fyri hesar dagarnar. Í nøkrum ítróttagreinum er tað elitukapping - og í summum enntá altjóða elitukapping. Umleið 100 útlendskir luttakarar eru við í ár - tað er væl fleiri enn í fjør.

Men í øðrum greinum síggja vit alt frá barnakappingum til almennar avbjóðingar, har øll, sum hava dirvi, kunnu vera við. Føroyaleikir eru fyri øll - eins og føroyska ítróttarlívið skal vera fyri øll.

Tí hevur ÍSF seinastu tíðina arbeitt við hugtøkunum »rørsluføri« og »rørslugleði«.

Við »rørsluføri« meina vit ikki bara kropsligar førleikar. Tá meina vit eina breiða heild av førleikum og royndum, sum geva íðkarum hug, áræði og møguleika at taka lut í nógvum ymsum ítróttagreinum og rørslu av ymsum slagi. Hetta er tankin um eina sterka, livandi og virkna breidd.

Og vit vita, at tá ið ítróttatilboðini eru hóskandi kropsliga, sosialt og kensluliga, fáa vit eina uppliving av at eydnast. Tað er hetta, ið skapar rørslugleði. Og rørslugleðina skulu øll kenna. Øll skulu kunna vera við í ítrótti, sama hvat støðið er, sama hvør aldurin er og sama hvat kynið er.

Ítróttur í Føroyum skal vera ein stórur og breiður felagsskapur, sum rúmar øllum - bæði teimum allarbestu og teimum, sum halda tað vera stuttligt at vera við.

Vinna vit, merkja vit sigursgleðina. Men hon er fáum unt.

Øll kunnu tó kenna rørslugleðina og ítróttagleðina, og vónandi fara tit øll at gera tað hesar komandi dagarnar. Frá tí fremsta til tann síðsta - og øll har ímillum.

Vónandi fara tit at uppliva felagsskapin - bæði við tey, tit kappast ímóti - og við íðkarar úr hinum ítróttargreinunum.

At enda skal eg vegna ÍSF takka stuðlum - og kommunum, sum hýsa kappingunum hesar komandi dagarnar. Takk til fyriskiparar, hjálparfólk - og øll tykkum, sum fáa hetta at bera til.

Mest av øllum: hjartaliga takk øll tit, sum luttaka, og sum taka undir við Føroyaleikum. Uttan tilmeldingar - eingir leikir.

Og so skal eg ynskja tykkum øllum somlum bestu eydnu hesar komandi dagarnar. Mugu tit náa teimum málum, sum tit hvør sær hava sett tykkum og kenna sanna rørslugleði.

Koyrið á øll somul!

Takk fyri!

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan