Lýsing
Lýsing
Lýsing
Erla Kongsdóttir í Fugloynni í summar | Mynd: Oliver Joensen

Gott summar!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.07.2022 - 12:33 Leiðarin Mentan

Hendan útgávan er tann 26. og seinasta blaðútgávan av Norðlýsinum áðrenn summarsteðgin. Tað er avgjørt ikki tí at onki er at skriva um í summar; tvørturímóti er tað eitt spennandi summar, ið stendur fyri framman, bæði við stevnum, fótbólti, kappróðri, festivalum og mongum, mongum øðrum. Og Norðlýsið kemur út aftur at taka samanum vónandi góða summarið um miðjan august. Hesa tíðina hava okkara lesarir tíbetur heimasíðuna at vitjað, sum tó verður nakað merkt av feriutíðini. 

 

(Úr blaðnum)

Føroyska summarið byrjar á Norðoyastevnu og endar við Sjómannadegnum, verður sagt, og tað er bæði satt og vist. Tað byrjar og endar við hvør sínum braki, og eisini eru fleiri brak á leiðini. Hetta er eitt serstakliga spennandi summar, har vit fara at síggja Champions League-fótbólt fyri fyrstu ferð í Klaksvík. Tað skuldi longu vera fyri tveimum árum síðani, men sum við so mongum øðrum, spældi Coronafarsóttin okkum, og serliga mótstøðuliðnum, eitt puss. Men nú verður tað so! 

Eisini er hetta árið, tá Summarfestivalurin ger sítt “comeback” eftir at hava verðið avlýstur vegna somu Coronafarsótt ikki færri enn tvær reisur. Og munnu fyriskipararnir ikki hava onkra kanin at draga upp úr hattinum, ið ger hendan festivalin eyka minnisverdan? Tí velja vit at trúgva! Júst tað sama ger seg galdandi fyri Sjómannadagin tvær vikur seinni. Endiliga sleppa vit aftur til hugnaliga fagnaðin av okkara sjómonnum og fiskivinnuni. 

Sum maðurin segði: Tann sum keðir seg í Klaksvík um summarið, hann hevur sjálvur skyldina!

Nú farið verður í dvala er tað við eini góðari kenslu av, at Norðoyggjar og norðoyingar bæði hava og gera tað gott. Vit hava eitt nú eina fasta trúgv uppá, at føroyameistaraheitið í kappróðri aftur endar í Norðoyggjum. Verður tað ikki Klaksvíkingur, so verður tað avgjørt Norðingur, og bæði elva til frøi her á redaktiónini. Sum nevnt í undanfarnum leiðara, so skara norðoyingar framúr í øllum lutum fyri tíðina, og vónandi gera vit/teir eisini tað á ólavsøku.  

Men øll hava tørv á at løða battaríini av og á. Soleiðis er eisini hjá okkum. Tí kemur onki Norðlýsið út sum blað hetta so summarið, men komið verður sterkt aftur til Sjómannadagin, tora vit at lova. Og sum nevnt, heimasíðan verður dagførd eftir tíð og orku hesa tíðina. 

Í politikkinum er eisini summarsteðgur, men har kann roknast við rembingum seinni í ár. Eitt fólkatingsval hevur ligið í luftini í fleiri vikur nú, og ger tað framvegis – politisku viðmerkjararnir siga í oktober. Í føroyska landspolitikkinum eydnaðist tað hóast summarfrítíðina at fáa gongd aftur á byggingina av Húsarhaldsskúlanum, men skjótt mugu okkara egnu norðoyapolitikarar helst út at verja borg, nú røddir eru frammi um at flyta Akstovuna úr Klaksvík. Hesum málunum og fleiri við fara vit sjálvsagt at fylgja nær eftir summarsteðgin. 

Við hesari summarkvøðu fer blaðstjórn og starvsfólk á Norðlýsinum at ynskja øllum lesarum, lýsarum, klaksvíkingum, norðoyingum og føroyingum eitt gott summar! 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Burðardygg føroysk framleiðsla - minni C…
Morgunsangur mikumorgunin í Christianski…
Klaksvíkar sløkkilið fingið nýggjan stig…
Spæl í alskyns útgávum
KÍ tekur frástøðu frá atburði­num hjá høv…
Enn bara snakk hjá samgonguni
Hvat er ein góður miðbýur?
Eldrahugni í Betesda
Hvussu hevur tín grái posi tað?
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 50 pros…
Grótverjan í Oyrunum og nýggj íbúðarbygg…
Óli Breckmann livir framvegis í oljuøldi…
Mjølnir vann stórsteypadystin
Fjallgonga fyrr og nú
Tunnilstankar – eina ferð afturat
Elsti kontórbygn­ingur í Føroyum, letur d…
Bjálvingin um at ríva seg leysa
Desperatur fólkatings­maður
Ódnin hevur bert havt smáskaðar við sær
Novo Nordisk Fonden játtar 123 mió. kr.…