Lýsing
Lýsing
Lýsing

Strevið í frígeringin

SKRIVAÐ: John S. Myllhamar  |  10.07.2022 - 11:06 Lesarabrøv Mentan

 

 


Kollvelting mikil um landið er farin,

mørk eru strikað, og rivin er varðin.

Fjøldin sær skundar í allar ættir,

gremur seg, etur mest útlendskar rættir.

 


Frøðiligstovan hon varsla í øði:

Føroyskur matur er skaðilig føði!

Et bert spagetti og fastfood og skrúvur,

so gerst tú stórur og sterkur og prúður.

 


Áður var trappa ein óslættur steinur,

av dagligum fetum slípaður reinur;

nú glitrandi flísar í túninum skína,

sjálvt djarvastu gestir tær piprandi trína.

 


Í forum var motta ein posakloddi,

sum føturnir mangir dagliga troddu.

Nú snjóhvít motta av garvaðum skinni

í durunum liggur, og eingin er inni.

 


Niðri á trænum møtist nú fáur,

bert onkrum oldingi, rukkutur, gráur.

Fjøld situr negld framman iPhone og teldu,

hetta er vorðið til søtastu keldu.

 


Hugna og heimið og óvitan gloyma,

inn í ein fjarðan heim tey seg droyma.

Gogar á stovnum upp børnini ala,

hegnaði inni, í garðinum mæla.

 


Ikki var farlig úti at spæla,

niðri við strondina piltur sást mæla.

Tá ið tað skýmdi til húsa sást leita,

troyttur hann sovnar á leguni heitu

 


Áður var piltur ei girdur inni,

rann heim til mammu, tá tár vætti kinni.

Leikvøllur víður um var at fara,

røkk heilt av tindi og oman í tara.

 


Dýggjvátar hosur og kolskitnar skógvar,

hálvvátar brøkur og dálkaðar lógvar,

børn ikki longur sleppa at vera,

sunnudagsklæðir hvønn yrkadag bera.

 


Skjótt rennur tíðin og børn eru flogin,

úr hvørjum virði var lívsmegin sogin?

Minnast tey aftur á smáttu og blómu,

ella á borgina fínu, men tómu?

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan