Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør eigur miðbýin?

SKRIVAÐ: Birgir Kruse  |  24.07.2022 - 12:49 Poddar Mentan Vinna

Eftir at hava hoyrt mín góða vin, Heðin Mortensen, greiða frá í Degi og Viku í gjárkvøldið, at nú fór hann at selja miðbýin, og mín eins góða vin, Albert Isfeld, opponera móti hesum hugskoti, sum er at selja alt undan okkum, fór eg ørkymlaður eitt rend til Klaksvíkar í morgun at stilla nervarnar. 

Kanska var tað eitt tekin í tíðini, at inni í bjórsøluni hjá Einari Waag møtti eg fyrrverandi landstýriskvinnuni, Elsebeth, og kundi staðfesta, at hon var eins upptikin og eg av hesi sølu og bygging yvirhøvur, hvør skal skipa fyri og rinda, og hvussu royna summi at sleppa sær bíligast, helst fyri einki, úr stórskreytandi byggimálum.

Vit tosaðu samtykkjandi um, at kommunalu myndugleikarnir her á staðnum fylla okkum útsiktina við einum risa stórum kappróðrarneysti, sum her inni á botninum skal binda býin saman, og draga øll hini í Klaksvík við sær, so vit fáa lív í ungdómstryggjaða býin. Tað hevði ikki hent í Havn.

Jú, hóast allir hesir andskræmiligu kassar, ið stinga seg upp alla staðni í Klaksvík, ikki eru annað enn øjebæ í mínum eygum, so kann eg ikki annað enn geva henni rætt í, at tankin um ein miðstað, torg og miðdepil nú bæði sæst og merkist her inni á sandinum. 

Byggilist og búseting er ikki bara estetikkur á altjóða tekniborðinum, men eisini funktionalitetur á staðnum, ið fær fólk at savnast og miðbýartorg at lata seg upp. 

At tað so fer at geva meistarliga avrikinum hjá Archie ein graverandi økismiss, er ein av absurditetunum, tá býráðstankar frá øðrum tíðum ikki kunnu sameinast við nútíðina, og ynskið um kassar stendur eftir sum tað vinnandi. Løgið í mínum eygum, at kassahugsanin stendur so sterk har norðuri, ið eg fyrstu ferð sá dagsins ljós saman við Per eina summarnátt á Sjúkrahúsinum í 1957. Bara vit báðir komu í verðina ta náttina.

Eftir samrøðuna á sandinum semjast vit um, at eitt nýtt rák, ið eg kalli javnaðarkapitalistiskt, og hevur yvirhálað øll onnur rák á høgraveinginum, hevur tikið seg upp í høvuðsstaðnum og tað við rúkandi ferð.

 

 

- Og Mentanargøtan har suðri hjá tykkum, sigur Elsebeth, hvat heldur tú um hana?

Eg at sitera Leivur Hansen á Facebook, sum skrivar um arbeiðsbólkin, hann setti í 1999 og vildi hava meg at vera formann í, og á flaggdegnum árið eftir lótu vit úr hondum eitt kommunalpolitiskt mentanarálit, sum defineraði Tórsgøtu sum mentanargøtu.

Ja, eg eri eitt sindur í villareið, hvat hesin kommunalpolitiski flokkur, sum eg ikki kenni aftur, nú fer at gera við miðbýin, sum niðri í Vágsbotni er farin at síggja heilt innbjóðandi út, ikki bara fyri bilar, ið koyra og parkera, men fyri fyrstu ferð í býarins søgu eins nógv fyri hin gangandi.

Í útlondum hava tey ofta tikið seg saman í felagsskapir, tá býarpartar standi fyri falli, so sum Selskabet for smukkere Byfornyelse hjá Mikael Witte, sum einaferð var.

Kanska er tíðin komin til at taka lógvatak saman fyri býin, sum so týðuliga ikki er fevndur av somu góðvild sum systurstaðurin, ið har norðuri er Norðoya móðir, men her suðuri verður settur á útsølulistan, sum var tað eitt falittbúgv.

Nei, Havnarborgarar - har teir flestu eru av bygd - nú er í tøkum tíma, at vit taka okkum saman, at tala Havnar søk. Tað ger eingin annar.

Leinkja til birkblogg.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…