Lýsing
Lýsing
Lýsing

Silvaland: Nógv undirhald til børnini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.08.2022 - 11:30 Tíðindi

Silvaland á Summar Festvalinum bjóðar børnunum aktivitetir, undirhald, sang og annað

Summar Festivalurin hevur gestir í øllum aldri, og tey yngstu kunnu dusa sær í Silvalandi, sum er í KÍ-høllini og Badmintonhøllini. Samanbygdu ítróttarhøllirnar, sum eru uppskrýddar til høvið, bjóða fjølbroyttar aktivitetir, undirhald, sangløtur og mangt annað – eitt nú við hoppiborgum, boingbóltum, spælibreyt, andlitsmáling, teknistovu, barnacafé, ballóngørðum og mangt annað.

Hvønn av teimum trimum festivaldøgunum verður sangur, tónleikur og undirhald av pallinum. 

Silvalandið byrjar hósdagin klokkan 15 sum skrúðgonga og gøtukarneval eftir Klaksvíksvegnum við pyntaðum, larmandi, fløggskrýddum, syngjandi og dansandi børnum og kreativum ungdómi,  sum fara at seta sín góðan dám á Summar Festivalin.

Vit eru øll ein stór familja. Heimurin er vorðin minni og Føroyar ríkari. Hvønn dag uppliva vit nýggj og spennandi andlit. Fjølbroyttu Føroyar er ein serstøk barnakonsert, har vit hoyra sangir á føroyskum og fremmandum máli og pallseta eina mentan, sum ikki er heilt vanlig her í Føroyum.          

Á skránni eru eisini tann stuttligi og festligi BUBU, barnavinurin Trølla Pætur, danisbólkurin Girl Hop Crew, frískar Kular Røtur, barna Sway og gamli dinosaururin Dia. Nógv verður gjørt burturúr frá teimum allarminstu til tey  størstu. Og ongin nýtist at ganga svangur, sprongdur ella at keða í Silvalandinum, sum er kallað upp eftir fittu haruni, sum tú helst kemur at síggja og møta fleiri ferðir á Summar Festivalinum.

 

SILVALAND

KÍ-Høllin & Badmintonhøllin

 

Hósdagur 4. august
Kl. 15.00: Skrúðgonga og barnakarneval úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið
Kl. 15.45: SILVI og BUBU bjóða vælkomin
Kl. 16.30: Girl Hop Crew    
Kl. 17.00: Fjølbroyttu Føroyar – konsert
Kl. 18.30: Dinosaururin DIA & LARMA
Kl. 19.00: Syngið við

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur

 

Fríggjadagur 5. august
Kl. 15.00: Silvaland letur upp
Kl. 15.15: BUBU bjóðar vælkomin     
Kl. 15.30: Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudidd
Kl. 17.00: Kular Røtur konsert á Torginum
Kl. 18.30: Girl Hop Crew & DIA
Kl. 19.00: Syngið við   

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur

 

Leygardagin 6. august
Kl. 15.00: Silvalandið letur upp  
Kl. 15.30: Kular Røtur – karaoke 
Kl. 17.00: BUBU konsert á Torginum
Kl. 18.30: Girl Hop Crew & DIA   
Kl. 19.00: Barna Sway
Kl. 19.45: Silvi takkar fyri hesa ferð

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum
Stenberg hitt Zelenskyy í Kyiv
KÍ v SJK: Ung og eldri farin í sving
Azamara Quest á Norð­havn­ina
Lutakastið til Challenge Cup í morgin
RSP á Norð Festivali­num 30. aug!
Bjóða nú campingvog­num á Summar Festival
Stórar útbyggingar í Fuglafirði