Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt gott fyrra hálvár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.08.2022 - 09:34 Tíðindi Vinna

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum royndist væl ársins fyrstu seks mánaðir. Vaksandi inflatión og búskaparlig óvissa settu tó eisini sín dám á tíðarskeiðið.

Fyrra hálvár vísti góð úrslit á øllum virkisøkjum, og grundraksturin og lønsemið hjá bankanum eru batnað. “Vit hava sæð ein vøkstur í bankalánum og realkredittlánum til kundar, ið hava keypt nýggjan bústað ella umvælt eldri hús. Sum heild eru føroysk húski og vinnulív framvegis væl fyri, men tað skerst ikki burtur, at yvirskipaði prísvøksturin og hækkandi rentan ávirka fíggjarliga rásarúmið hjá kundunum,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Hóast kríggj og inflatión hava elvt til eina ávísa búskaparliga óvissu um allan heim, metir bankin fíggjarligu útlitini fyri restina av árinum vera góð. Leiðslan hevur lagt upp fyri møguligum neiligum avleiðingum fyri innlendska marknaðin og í tí sambandi sett pening av til fíggjarlig tap, ið kunnu fara at vísa seg.

 

Rentuhækking fyri framman

Í juli hækkaðu evropiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin rentuna, og í tí sambandi boðaði BankNordik eisini frá, at rentan á innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka. Sostatt verður tað dýrari at læna pening, samstundis sum minni skal gjaldast í negativari rentu av innlánum. Nógv bendir á, at miðbankin og tjóðbankin aftur fara at hækka rentuna eftir rentufundin tann 8. september. Verður henda rentuhækking veruleiki, fer BankNordik eisini at hækka rentuna, og tað merkir, at negativa rentan væntandi verður avtikin í næstum.

 

Nýggj leiðsla góðkend av Fíggjareftirlitinum

Í juni kunngjørdi bankin, at Turið F. Arge og Heini Thomsen vóru sett sum nýggir stjórar, og í juli fingu tey sonevndu fit and proper-góðkenningina frá Fíggjareftirlitinum, ið er neyðug fyri at kunna røkja stjórastarv í einum peningastovni. Tey bæði manna stjórnina í samtakinum saman við Árna Ellefsen, forstjóra, til hann leggur frá sær, og Turið F. Arge tekur við sum nýggjur forstjóri.

 

Roknskapurin í stuttum

-  Úrslitið fyri skatt gjørdist 113 mió. kr. samanborið við 192 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021, tá ið 90 mió. kr. stavaðu frá søluni av danska virkseminum
-  Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 96 mió. kr. samanborið við 85 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021
-  Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 31 mió. kr. samanborið við 23 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2021
-  Útlánini hækkaðu úr 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 7,7 mia. kr.
-  Realkredittlánini hækkaðu úr 2,5 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 2,7 mia. kr.
-  Innlánini hækkaðu úr 7,7 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 8,9 mia. kr.
-  Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 160 og 190 mió. kr.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her