Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sól og hugni á Vágsbøi og Akursmørk í dag

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  05.08.2022 - 22:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sum eg segði áður, so gekk ættin niður í vestan og vit fingu sól og lýggjari vegur. Á Vágsbøi og Akursmørk hugnaðu børn og vaksin sær í sólini. Ikki var sørt at veruligur summardámur kom yvir tjaldøkið við Ósánna. Ungu tjaldbúgvararnir tóku stólar og borð fram, nógvastaðni sást stákan til at fáa sær eitthvørt til matnað.

Í stóra konserttjaldinum varð kallað saman til frásøgukonsert til minnis um Jógvan Telling. Frásøgumaður var Gunnar Nolsøe. Sum Gunnari líkt, so fór hann gjølla ígjøgnum tónleikatíðarskeiðið hjá Jógvani og til at syngja og spæla undir hevði hann Signar í Homrum, Elin Brimheim Heinesen, Kim Hansen og fleiri. Løtan var ser hugnalig og væl gjøgnumførd, ikki minst tey bæði Signar og Elin komu væl frá sanginum. Sjálvur helt eg bara at tónleikurin til "Skiparan lítla" kundi ligið nærri upprunaframfrøðsluni. Men alt í alt ein sera góð uppliving og stóra tøkk til Gunnar.

Legði eisini framvið hjá Joe & The Shitboys á Torginum, men teirra tónleikaheimur segði ikki mær nakað, men tað vóru tey, sum sýntust at taka væl ímóti frá teimum. Klokkan 23 kemur Lena Andersen á pall í Tjaldinum. 23.45 Eyðun Nolsøe á Torginum. 00.30 Dynamit á Stóra Palli. 01.45 Herborg Torkildsdóttir í Tjaldinum. 02.30 Marius DC á Torginum og í nátt enda Swangah á Vágsbø. Veðurforsagnirnar siga frá góðveðri í nátt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…