Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Sjómannadagur á 16. sinni

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  10.08.2022 - 12:00 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað eru tó gingin 18 ár síðani fyriskipararnir av Føroya Sjómannadegi á fyrsta sinni settu gongd á tiltakið. Tiltakið er eitt alternativ til festivalar og flestu stevnur, við tað at hugskotið er sprotti úr tankanum um at gera eitt tiltak, sum fyrst og fremst er fyri alla familjuna, harnæst skal tiltakið ikki kosta familjuni nakað, og sum tískil eisini skal vera eitt alkoholfrítt tiltak.

Nú vit aftur fara undir Føroya Sjómannadag eftir at korona hevur tarna væl umtókta Sjómannadegnum í tvey ár, byrja vit mánadagin við einum fyrilestri í Skúlanum á Skúlatrøð.

Skráin fyri komandi viku, sum stendur í ljósinum av Føroya Sjómannadegi, verður ikki kunngjørd fyrr enn  fríggjadagin, eftir at KÍ hevur leikt sín dyst ímóti "Ballkani" í annaðkvøld. Vit vóna øll, at KÍ vinnur hendan dystin. Um so verður at KÍ vinnur við nóg nógvum málum, so skal liðið leika ímóti Norður Makedónia  hósdagin í komandi viku og tað kemur at ávirka skránna fyri Føroya Sjómannadag. Tí verður skáin ikki almannakunngjørd fyrr enn fríggjadagin.

Annars verður skipað fyri ymiskum ígjøgnum alla vikuna, fríggjdagin í komandi viku verður "Vatnkríggj" á Vágni og leygardagin er so stóri dagurin, sum byrjar við morgunmatarborði.

Vælkomin á Føroya Sjómannadag, øll tiltøk í vikuni og leygardagin eru ókeypis!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…