Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

KÍ tapti uppá brotssparkskapping

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.08.2022 - 22:38 Ítrottur Tíðindi

KÍ er úti av ársins Evropakappingum.

Talan gjørdist um ein dramatiskan dyst á Tórsvøll. KÍ kom á odda 1-0 við máli frá Mads B. Mikkelsen eftir hornasparksinnlegg frá Árna Frederiksberg. Men Ballkani javnaði við langskoti í 83. minutti. Men í 89. minutti skoraði Patrick Da Silva og so skuldi longd leiktíð til. Í henni hendi ikki tað stóra uttan, at nógvir leikarar á báðum liðum vóru púra ferdigir og lógu við krampum ella skaðum.

Tað skuldi sostatt brotssparkskapping til. Hjá KÍ brendu Anders Holvad og Jóannes K. Danielsen, meðan bara ein hjá Ballkani brendi.

Sostatt tapti KÍ og er úti av ársins Evropafótbólti. Annað árið á rað bleiv liðið útsligið á heimavølli í seinna dystinum í antin longdari leiktíð ella brotssparkskapping. Og eins og í fjør, so var KÍ tað liðið, sum skapti fleiri málmøguleikar, men báðar ferðir kendu teir bláu ikki sína vitjunartíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum
Stenberg hitt Zelenskyy í Kyiv
KÍ v SJK: Ung og eldri farin í sving
Azamara Quest á Norð­havn­ina
Lutakastið til Challenge Cup í morgin
RSP á Norð Festivali­num 30. aug!
Bjóða nú campingvog­num á Summar Festival
Stórar útbyggingar í Fuglafirði