Lýsing
Lýsing
Ikki góður hoyterri hesa vikuna, tó at tað eru glottar onkran dagin. | Mynd: Margretha Knudsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.08.2022 - 07:40 Tíðindi Veðrið

Í kvøld fer ein hátrýstryggur at stinga seg norðureftir og fer at leggja seg yvir Føroyar. Tí er høgætt í dag og í morgin, týsdagin. Annars fer at vera lágætt fyri tað mesta hesa vikuna.

Nakrir dagar vera við regni ella ælaveðri, og vindferðin fer bert í løtum upp um 10 m/s.

Veðrið í vikuni, dag fyri dag:

Mánadag: Vesturætt hevur verið í nátt, men fyrrapartin fer hann at hækka upp í norðan. Vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s. Skýggjað fyri tað mesta, onkrastaðni sólglottar, og turt yvirhøvur turt, men tó ælaveður í støðum.

Hitin í dag fer at liggja um 8 til 12 stig. 

Týsdag: Norðan, 5 til 10 m/s. Um kvøldið gongur hann niður í vestan, og so fer hann at mala úr ymsum ættum. Skýggjað og yvirhøvur turt. 

Hitin fer at liggja um 7 til 11 stig.

Mikudag: Sunnan, 5 til 10 m/s um morgunin, men veksandi upp í 7 til 13 m/s út á seinnapartin ella um kvøldið. Skýggjað og sólglottar. Løtur við regni í støðum norðanfjørðs. 

Hitin fer at liggja úr 8 upp í 12 stig.  

Hósdag: Sunnan ella landsynningur, 5 til 10 m/s. Regn og skýggjað fyrrapartin; seinnapartin slítur í, og tað verður klárt, og sólin fer at skína.

Hitin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Fríggjadag: Sunnan og útsynningur, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður størsta partin av degnum.

Hitin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Leygardag: Hann fer at mala úr ymsum ættum, 3 til 8 m/s; seinnapartin fer hann at mala úr ymsum ættum. Skýggjað og regn meginpartin av degnum.

Hitin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Sunnudag: Vestan og útnyrðingur, 5 til 10 m/s; seinnapartin fer at mala úr ymsum ættum. Yvirhøvur turt allan dagin. Skýggjað fyrrapartin, men tað gerst klárari út á dagin.

Hitin fer at liggja um 9 til 13 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…