Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dartkappingarnar í gongd aftur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.08.2022 - 09:41 Ítrottur Tíðindi

Nú summarferian endar, so byrja dartkappingarnar aftur. Fyrsta kappingin eftir summarferiuna, verður á Skála leygardagin. Hetta er sætta kappingin í ár. Kappingin er soleiðis skipa í ár, at teir bestu spælarnir eru í einum A bólki fyri seg sjálvar, og teir meir óroyndu í einum B bólki, so tað er møguligt hjá tí nyggja spælaranum, at koma og royna seg, og hava ein møguleika at verða við í dystunum. Talan er um opna kapping, so ein og hvør kann melda til. Kappast verður baði hjá kvinnum og monnum. Tilmelding fer fram á heimasíðuni dartfo.com og skal tinmeldingin verða DSF í hendi aðrenn mikukvøldið á midnátt.

 

 

Landsliði úttikið

Í gjøgnum summari hava landsins bestu spælarar tó ikki havt nógv frí, samlast hevur verið til landsliðssamlingar hjá baði kvinnum og monnum. Hetta í samband við at landsliðini baði skulu til Gandia í Spania seinast í septembur til EM. Hetta er fyrstu ferð síðani DSF gjørdist limur í WDF, at Føroyar sleppur at royna seg í eini EM kapping. Í tí sambandi, so verður endaligu landsliðini úttikin aftana kappingina leygardagin.

 

 

Dart hevur tað gott og tó

Korona farsóttin fór illa við dart ítróttargreinini, serliga sæst hetta aftur á kvinnusíðuni, har tað í ár bert hava verið 8 kvinnur við. Føroyameistarin í 2021 Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag hevur verið á einum støði fyri seg sjálva, og førur klárt ratinglistan hjá kvinnum. Dart er ein ítróttargrein har øll kunnu verða við, tað krevst ikki tann stóra útgerðin, men bara viljin til at gerast betur. Og aftanfyri tað liggur nógv venjing.

Hjá monnum er meir javnt, í løtuni liggja Uni Árting og Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag fremstir, og vóru tað júst teir baðir, sum fyrr í ár fingu eina bronsu medalju í tvímansleiki til norðurlanda meistaraheitið. Men beint í hølunum á teimum, eru fleiri sum saktans kunnu gera seg galdandi í toppinum. So spennandi verður nú, tá serliga tey sum hava verið rundan um landsliðini skuldu verið í top formi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…