Lýsing
Lýsing
Lýsing

VistGrøði hevur fingið nethandil

SKRIVAÐ: VistGrøði  |  16.08.2022 - 22:15 Mentan Vinna

Nú kann tú keypa fairtrade, vistfrøðiligar og heilsugóðar matvørur uttan óneyðuga innpakking og oyðsl til dyrnar! 

Limafelagið VistGrøði hevur nú fingið nethandil, har til ber at keypa dygdargóðu leysvektsvørurnar. Til ber at heinta bíløgdu vørurnar í handlinum, ella fáa tær sendar heim við posta á www.vistgrodi.fo  


VistGrøði varð stovnað í 2015.

Síðan 2018 hava vit hildið til í Tróndargøtu, har vit hava opið tvær ferðir um vikuna. VistGrøði er eitt áhuga- og limafelag, ið byggir á hugsjónina um eina umhvørvisvinaliga, heilsugóða og sosialt rættvísa matskipan. Heimssamfelagið framleiðir eina rúgvu av óneyðugum ruski og matoyðsli. Samstundis hava borgarar sjáldan ávirkan á útboðið og nøgdirnar av mati, ið mann keypir. Vit royna at gera upp við hesa handilsmentanina og bjóða føroyingum ein annan hátt at fáa vøru – gjøgnum felagsskap og við umhugsni. Vit framleiða eina rúgvu av ruski, serliga í sambandi við mat.

Sambært Sameindu Tjóðum endar ein triðingur av øllum framleiddum mati í ruskspannini. Tað mesta av matinum, ið vit keypa í okkara parti av heiminum er pakkaður inn í plast ella okkurt annað, sum verður tveitt í rusk. Tað dálkar og óruddar. Við at selja vørur í leysvekt og endurnýta íløt, slepst undan hesum. Okkara arbeiði er sjálvboðið. Okkara endamál er ikki at hava vinning ella yvirskot, men heldur at veita borgarum dygdargóðan mat í teimum nøgdum, ið tey hava tørv á.

Allir limir hava møguleika at hava beinleiðis ávirkan á virksemið hjá okkum, so sum matvørubílegging, tiltøk og annað. Á heimasíðuni www.vistgrodi.fo ber nú til at bíleggja vørur og gerast limur í VistGrøði.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni