Lýsing
Lýsing
Lýsing

Børnini í Vestmanna skúla hava uppiborið betri

SKRIVAÐ: Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna  |  16.08.2022 - 22:19 Politikkur Tíðindaskriv

Landsins myndugleikar skylda starvsfólkunum og ikki minst øllum næmingunum og foreldrum at fáa skil á viðurskiftini í Vestmanna skúla.

 

Málið byrjaði við, at Jenis av Rana noktaði at fylgja eini samdari setanarnevnd. Hann setti ikki best skikkaða umsøkjaran í starv. Og grundgevingarnar vóru ikki nóg góðar fyri at lata vera. Tað hevur Løgtingsins Umboðsmaður staðfest í eini álvarsamari átalu herfyri.

Men Jenis av Rana skrivar í dag, at tað er ikki altíð, at setanarnevndin raðfestir øll viðurskifti á sama hátt sum landsstýrismaðurin.

Vit mugu tíverri ásanna, at landsstýrismaðurin virðir als ikki átaluna, hann hevur fingið frá Løgtingsins Umboðsmanni og heldur eftir øllum at døma, at hann kann skúgva rættarsamfelagið til viks. Hann heldur ikki, at tað er neyðugt hjá honum at brúka sakligar grundgevingar. Tað líkist ongum.

Úrslitið av tí er púra greitt. Undan summarfrítíðini sendu 18 av 26 starvsfólkum í Vestmanna skúla kæru til Mentamálaráðið um arbeiðslagið hjá skúlastjóranum. Men hvat? Nú tykist loysnin at vera at senda varaskúlastjóran til hús.

Landsstýrið eigur trupulleikan. Fult og heilt. Og tað er Jenis av Rana og landsstýrið við løgmanni á odda, sum skal loysa hann. Løgmaður hevur evstu ábyrgd av setanarpolitikkinum hjá landinum. Hann bleiv ikki fylgdur, og tí byrjaði óskilið.

Summarfrítíðin er nú av, og nógv spent børn kring landið gleða seg at koma í skúla aftur. Men kenslan er neyvan tann sama í Vestmanna, tí óskilið heldur bara fram.  

Landsstýrið kann ikki bjóða børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum í Vestmanna skúla hesa viðferðina.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…