Undirsjóvarakvarium
Í samband við Sjómannadagin hitti Norðlýsið løgtingskvinnuna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Lagið var gott sum vera man og fall prátið millum annað inn á undirsjóvarakvariummið, sum løgtingskvinnan ynskir at gera í Klaksvík.
Elsebeth upplýsti, at hon als ikki hevur mist mótið um at fáa bygt eitt akvarium í Klaksvík. Tað eru nú 5 ár síðan hon í 2017 legði uppskot fram á løgting um at byggja eitt akvarium í Klaksvík. Hóast tað ikki hoyrist nógv um hetta, so livir hugskotið framvegis.
Fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Henda verkætlanin um undirsjóvarakvarium er ikki roynd áður hjá okkum og er tískil slóðbrótandi. Vit hava áður verið slóðbrótarar. Svimjihylurin úti í Grøv var fyrsti uttandurasvimjihylur í Føroyum. Svimjihøllin í Klaksvík var fyrsta svimjihøllin í Føroyum. Ítróttarhøllin í Klaksvík var fyrsta ítróttarhøllin í Føroyum. Tennisvøllurin í Klaksvík var fyrsti tennisvøllur í Klaksvík. So hví ikki eisini gera fyrsta undirsjóvarakvarium í Klaksvík. Vit eru von við at vera slóðbrótarar og lokomotivið sigur Elsebeth við einum skálkabrosi og heldur fyri, at á sjómannadegnum kunnu vit loyva okkum at vera eitt sindur lokal.
Status í dag.
Borgarliga samgongan áðrenn henda núsitandi , játtaði pening til kanningar í samband við undirsjóvarakvarium í Klaksvík. Í dag arbeiðir arkitektafyritøkan Fuglark við hugskotinum um undirsjóvarakvarium og umboð fyri áhugabólkin fyri undirsjóvarakvarium fara at hyggja eftir líknandi verkætlanum aðrastaðni . Vónandi verður okkurt spennandi at frætta um ikki so leingi.
Fiskakørini á Stongunum.
Vit kenna øll kørini, sum blíva uppsett á Stongunum á Sjómannadegnum við livandi fiskum í. Kørini eru væl umtókt av bæði vaksnum og børnum og fólk koma aðrastaðni frá bara fyri at síggja fiskarnar í kørunum. Fólk hava hildið, , at vit skuldu havt eitt rættiligt akvarium í Klaksvík. Onki var meir náttúrligt enn hetta fyri ein bý, sum altíð hevði livað av tí sum sjógvurin gav.
Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at mest natúrliga plássið at staðseta eitt akvarium er í Klaksvík.
Klaksvík miðstøð fyri fiskivinnu
Elsebeth sigur, at søguliga sæð hevur Klaksvík verið miðstøð fyri fiskivinnu í Føroyum.Fólkið her hevur til allar tíðir livað sera tætt upp at fiskivinnuni. Tað bleiv nógv lagt fyri, tí fiskurin hevði alt at týða fyri ein fiskivinnubý, sum Klaksvík og fólkið, her búði. Fólk fluttu aðrastaðni frá til Klaksvíkar fyri at arbeiða í fiskivinnuni og Klaksvíkin hevði stóran fólkavøkstur, og vaks til tað, hon er í dag.
Tíverri fall uppskotið í løgtinginum. 10 løgtingslimir atkvøddu fyri og 12 ímóti.
Hugskot búnast við tíðini.
Hugskot búnast og broytast, og tað gjørdi upprunauppskotið um eitt akvarium eisini. Føroya Sjómannadagur tók undir við tankanum um akvarium, men kom við einum øðrvísi og meir spennandi hugskoti, sum eg frá fyrsta degi tók fult og heilt undir við.
Nú verður ikki longur hugsað um eitt traditionelt akvarium. Ístaðin er ætlanin at gera eitt undirsjóvarakvarium. Hetta skal gerast við at leggja glasrør/glastunnil eftir botninum á Borðoyarvík.
Gamli útróðrarbáturin Reynsmúli úr Klaksvík bleiv í 2018 søktur á Borðoyarvík út fyri Norðoyri. Vanligt er at fiskur og krabbadjór samlast um skipsvrak á havbotninum og ymiskur vøkstur tekur seg upp á vrakinum og rundan um vrakið. Myndir sum eru tiknar, har Reynsmúli liggur á havsins botni, vísa eisini hetta.
Meiningin er at søkja um loyvi at søkkja fleiri skip á Borðoyarvík. Áðurnevnda glasrør/glastunnil skal so leggjast eftir botninum á Borðoyarvík og út til báta- og skipsvrakini . Fólk kunnu so ganga eftir havbotninum í tunlinum og eygleiða lívið í sjónum í sínum náttúrliga umhvørvi.
Hugskotið er sprottið út frá sjónarmiðinum, at tað er best at eygleiða djór í sínum náttúrliga umhvørvi. Vit meta tað vera rættari og betri enn at taka fiskarnar til fanga uppi á landi fyri at vísa fram til okkara undirhald.
Slagorðið er, at vit fara út at hyggja, har tari, skeljadjór, fiskur og aðrar verur búleikast í havinum, heldur enn at vit taka livandi verurnar til fanga til okkara undirhald.
Vit mugu ongantíð gevast at droyma og hava visiónir.
Elsebeth heldur hetta vera eitt heilt fantastiskt uppskot. Hon er greið yvir, at eitt undirsjóvarakvarium er ein avbjóðing, men ikki ein ómøgulig avbjóðing. Vit hava so ofta prógvað, at Føroyar hava nógv dugnalig fakfólk á øllum økjum. Walt Disney segði ”if you can dream it, you can do it”
Vit tosa nógv um ferðavinnu og nógv blívur ikki til meira enn prát. Visit Faroe Islands ger tó eitt stórt arbeiði undir verandi kørmum. Eitt undirsjóvar akvarium sum hetta kann av sonnum gerast ein ferðavinnumagnet mitt úti í Norðuratlantshavinum. Um vit skulu bjóða okkum fram sum eitt ferðamannaland, so mugu vit hava eitt breitt úrvæl av tilboðum til ferðafólkini. Vit mugu hava annað at bjóða ferðafólki enn matstovur og gongd í haga. Tað skal vera okkurt óvanligt og ekstraordinært, sum ikki fæst nógva aðrastaðni. Alt byrjar við dreymum, og vit mugu alla tíðina flyta okkum og síggja møguleikarnar.
--