Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lagaliga løtan at loysa er nú

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.08.2022 - 21:00 Leiðarin Politikkur

Føroyingar eru nú ríkari enn danir, og ríkisveitingin hevur mist nærum allan sín týdning. Sum árini eru liðin, er føroyska bruttotjóðarúrtøkan bert vaksin, meðan ríkisveitingin er skerd og hevur staðið í stað tvær reisur, valskeiðið 2011-2015 undantikið. Feskastu tølini, ið eru frá 2020, siga, at blokkstuðulin einans er 3% av okkara BTÚ og á leið 5%-6% av tí almenna

 

Hetta stendur at lesa í svari frá Una Rasmussen, fíggjarmálaráðharra, til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, ið hevur spurt um ríkisveitingina í mun til føroyska búskapin.

Árið 2020 var danska bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn íbúgva í Danmark 399.000 krónur. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan sama árið var 404.000 krónur. Sostatt lógu føroyingar eitt heilt prosentstig oman fyri danir í bruttotjóðarúrtøku. Men kortini eru tað danir, ið gjalda Føroyum eitt fíggjarligt ískoyti á hvørjum ári. Hetta skurrar, og alt bendir á, at tað fer at skurra alsamt meira, jú longri tíð gongur.

Somuleiðis framgongur av svarinum frá landsstýrismanninum til løgtingskvinnuna, at týdningurin av ríkisveitingini fyri føroyska búskapin minkar alsamt. Tá ið blokkstuðulin var hægstur, og tað var hann í 2001, var hann 982 milliónir ella knappa milliard. Tá var hann heili 17% av almennu inntøkunum hjá Føroyum.

Í 2020 var blokkstuðulin komin niður á 641,8 milliónir, t.e. at gott og væl ein triðingur var skorin av honum. Og í mun til inntøkurnar hjá Føroyum var hann heilt niðri á 6%. Seta vit blokkstuðulin í mun til BTÚ, var hann í 2020 einans 3% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.

Til samanberingar kann nevnast, at í Grønlandi, sum vit eisini eru í ríkisfelagsskapi við, fer blokkstuðulin í 2023 upp um tvey markamót; hann kemur upp um tær 4 milliardirnar, og hann fer somuleiðis at verða hægri enn inntøkurnar frá skatti í Grønlandi. Runt roknað fær hvør grønlendingur 72.000 krónur í stuðuli úr Danmark, og tað er umleið seks ferðir meira, enn hvør føroyingur fær.

Vit føroyingar eru sostatt tey ríkastu í ríkisfelagsskapinum, men hóast vit hava seks ferðir betri møguleikar enn grønlendingar til at gerast fíggjarliga sjálvbjargin, so hava vit higartil valt at latið vera. Vit hava heilt góðar fortreytir til at taka tey seinastu fetini, men júst tey seinastu stigini tykjast av onkrari orsøk at vera nógv tey tyngstu.

Fyri at venda aftur til yvirskriftina, so er lagaliga løtan at loysa nú. Tær búskaparligu fortreytirnar eru avgjørt til staðar, og tað prógvar svarið frá fíggjarmálaráðharranum til tingkvinnuna eisini. Og tær politisku fortreytirnar fara skjótt eisini at vera til staðar, í og við at vit fáa tvey val, løgtingsval og fólkatingsval, innanfyri beint omanfyri eitt ár.

Spurningurin er so, um nakar flokkur fer at seta loysingina á sína valskrá til komandi val. Og um føroyingar fara at velja flokkar og politikarar, ið vilja á loysingarkós. Men í øllum førum kann ongin koma og siga, at vit ikki høvdu møguleikan í 2022/23. Vit hava betri møguleika enn nakrantíð áður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival