Brekumboðið byrjað virksemið
Hølini hjá Brekumboðnum á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík, eru klár og virksemið er byrjað.
Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum var herfyri og heilsaði uppá Eilif Magnusson Arge, brekumboð, í hugnaligu hølunum. Tað hevur gingið væl at fáa hølini klárt til virksemið, ið skal vera í hølunum, og seinasta innbúgvi er ávegis.
Ein av fyrstu uppgávunum hjá Brekumboðnum var at fáa hølini klár, at menna eina heimasíðu og samleika fyri Brekumboðið og fáa sett eitt starvsfólk, sum lýst verður eftir í løtuni.
Endamálið hjá Brekumboðnum er at verja og fremja rættindi og áhugamál hjá fólki við breki og teirra avvarðandi kring alt landið. Við hesum er tikið eitt týdningarmikið stig fram á leið í arbeiðinum at tryggja, at fólk við breki kunnu liva eitt sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív á jøvnum føti við onnur.
Brekumboðið er at hitta á:
Teldupostur: brekumbod@brekumbod.fo
Telefon: 401400