Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Vilhelminu Larsen

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  29.08.2022 - 10:56 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í gjár varð Vilhelmina borin til gravar suðuri í Dali, og við henni er ein megnarkvinna og sannur mentanarstuðul farin foldum frá.

 

Okkara leiðir bóru saman í dansihøpi, tá ið felag vitjaði felag, og tá ið landsdansistevnur vóru, og eina minniliga dansiferð vóru vit saman. Tað mundi vera á heysti í 1990.

Sum ikki eina ferð var tað Ólavur Hátún, sum hevði fingið í lag, at føroyingar skuldu taka lut í ráðstevnu við dansiframførslu í Berlin. Heitið var “Die menschliche Stimme”. Hagar stevndu fólk á fund úr evropeiskum útjaðara, kunnu vit siga, gæliskt mælt fólk úr Írlandi, Wales og Skotlandi, fólk úr Bretagne í Frankaríki, úr Kataloniu og Baskaralandi í Spania, úr Sveits og Italia vóru fólk eisini komin, og umframt okkum vóru úr Norðurlondum komnir sámar og íslendingar, sum bóru fram sínar rímur.

Úr Føroyum vóru vit 30 í ferðalagnum, og Ólavur hevði heitt á fólk úr dansifeløgum og fólk, sum høvdu fingist við at dansa við børnum og ungfólkum. Vilhelmina var fús at koma við, tá ið heitt varð á hana.

Vit flugu við Atlantsflogi til Keypmannahavnar, har ið vit steðgaðu í nakrar tímar, áðrenn vit flugu til Hamburg. Haðani skuldu vit við heilt lítlum flogfari til flogvøllin Tempelhof í Berlin. Tá ið vit høvdu kekkað inn, vórðu vit fingin umborð á ein buss, sum skuldi koyra okkum út til flogfarið, hetta var bussur við ongum sessum, og væl lá fyri – nú lagið var vorðið gott – at taka saman, og glómur vóru í teimum fáu ferðafólkunum, ið umframt okkum skuldu við, tá ið føroyingarnir tóku saman á bussgólvinum og hespaðu nøkur ørindi úr “Runsivalsstríðnum” av sær.

Komin til Berlin gekk leiðin inn á gistingarhúsið, sum var við gøtuna “Unter den Linden” skamt frá Brandenburger Tor. Har varð aftur tikið saman, meðan bíðað varð at kekka inn, og nøkur ørindi úr “Sigmunds kvæði yngra” kvøðin við niðurlagnum “Tað stendur ein lind í mín faðirs garð”.

Sjálv framførslan var leygarkvøldið í stórari høll, ið mundi taka um 5000 áskoðarar. Flestu smámálini vóru fáment – onkuntíð einsamalt fólk, ið sang, onkuntíð eini tvey ella trý, sum leiktu á miðaldarljóðføri og sungu. Við hesum í baksýni er lætt at ímynda sær, at rómurin var øgiligur, tá ið Ingibjørg og Sigmund í Hoyvík og teimum við lið Anna Bertha og Høgni Mohr og síðani allur repilin kom dansandi inn kvøðandi “Regin smið”. Tá ið øll vóru innkomin, sessaðust vit á einum lágum gjørdum palli, sum skuldi ímynda eina roykstovu, har kvøldseta varð hildin. Karin Brattaberg úr Funningi sang Kingo við síni vøkru rødd, og síðani átti Vilhelmina pallin við sínum eyðkendu vøkru skjaldraløgum. Framførsla okkara endaði við dansispølum, og eg haldi ikki, at eg minnist skeivt, tá ið eg sigi, at vit bæði Vilhelmina leiddust í bandadansinum.

Tað var ovurhonds fagnaður í høllini, tá ið vit lættu ljóðið av.

Dagin eftir flugu vit aftur úr Tempelhof umvegis Hamburg til Keypmannahavnar. Og haðani til Føroya seint sunnukvøldið. Vit bæði Vilhelmina sótu lið um lið frammarlaga í bakborð, tá ið jarnfuglurin fór uppfrá í Kastrup, og sum vit komu hægri og hægri á luftina, brandaði vesturskinið á okkum – ein so sera hugfangandi og lívgevandi sjón, nú vit flugu mót heimastrond.

Bæði undan hesi ferð – og ikki minst eftir – dugnaði Vilhelmina okkum á Læraraskúlanum og á Landsmiðstøðini í sambandi við skeið í føroyskum dansi, kvæða- og skjaldramentan.

Hon hevði sjáldsamt hegni sum undirvísari. Lesandi, bæði á pedagog- og læraraútbúgvingini og eisini útbúnir lærarar á skeiðum, vóru rúnarbundin og hugfangað av hennara frásøgukynstri og dugnaskapi. Stillfør skapti hon áhuga fyri tí mentanararvi, hon bar í sál síni, og tey lesandi fingu góða barlast at hava við sær út í sítt arbeiðslív í skúlum, á stovnum og í barnagørðum.

Ein rættur mentanarberi er farin í annað ljós.

“Leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum” er kent føroyskt niðurlag við boðskapi, sum Vihelmina tók til eftirtektar.

Eg eri takksamur fyri, at mær untist at arbeiða saman við hesi vinsælu konu og vátti tykkum, sum varða av henni, mína inniligastu samkenslu, nú hon er farin.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…