Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrr í ár fekk H-bygningurin 67 milliónir til parkeringskjallara, goymslu og reingerð. Men sum ógoldnu rokningarnar hópa seg upp, kann gerast neyðugt við enn meira pengum. | Mynd: Savnsmynd.

Hví rulla høvd ongantíð?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.08.2022 - 21:19 Leiðarin Politikkur

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum heldur ótarnaður fram á somu kós, har tragikomedian Glasir slepti. Eitt botnleyst hol við sera ivasamari stýring, løgnum arbeiðsboðum og rokningum, sum bara hópa seg upp. Og ongin hevur ábyrgdina.

Í Degi og viku í kvøld fingu vit so eina nýggja sesong av raðsendingini um H-bygningin. Og tað var ikki tespiligt, ið kom fram. Inventartænastan sigur Landsverk skylda sær pengar. MT Højgaard siga tað sama og søgdu fyrr í vikuni, at teir rýma av landinum, tí teir ikki longur vilja vera her, m.a. tí at Landsverk ikki hevur rindað sínar rokningar. Og her tosa vit um rokningar, sum fullu til gjaldingar fyri yvir einum ári síðani.

Grellastu søguna eigur Húsavarðartænastan, ið sigur frá, at hon hevur fingið boð um at seta somu plátur upp undir loftið fleiri ferðir. Teir hava aktað, men hava ikki fingið øll millumverandi við Landsverk goldin enn, og eisini her er talan um rokningar, ið fullu til gjaldingar fyri meira enn einum ári síðani. Tilsamans hevur Landsverk ikki goldið rokningar fyri 20 milliónir.

Nú skulu vit ikki klóka okkum uppá, hvørjar rokningar eru ógoldnar av røttum og hvørjar av órøttum, men tað er ótrúliga løgið at eygleiða, at risa-byggigølur í hundraðmilliónaklassanum kunnu útspæla seg beint framman fyri eygunum á okkum, uttan at nakar grípur inn og steðgar sirkusinum. Tvørturímóti hendir tað øvuta – landsstýrisfólkið á økinum fer í tingið og biður um eykajáttan, og sirkusið fær harvið pengar til at halda fram.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum