Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er frá almennu statsvitjanini í juni, tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður, saman við løgmanni, Bárður á Steig Nielsen, vitjaðu Varpið. Leiðari verður settur fyrsta dagin og Varpið fer óivað at nøra um mentanartiltøk í Klaksvík, eisini á heysti | Mynd: klaksvik.fo

Klaksvíkini fattast tiltøk á heysti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.09.2022 - 08:30 Leiðarin Mentan

Í Føroya næststørsta býi eru stór tiltøk frá nýggjárinum yvir torradagarnar, norðoyastevnu, Summarfestivalin og til og við Føroya Sjómannadag. Men síðani er eitt eitt drúgt tómrúm frá september og fram móti jóltíðum. Hevði ikki verið hugnaligt og spennandi við einum ella fleiri stórum tiltøkum í Klaksvík í heyst?

 

Summarið er av, men tað nýtist ikki at merkja, at mentanin og trivnaðurin í Norðoyggjum verða løgd á ís fram til jóla. Tvørturímóti hava vit tørv á fleiri tiltøkum, nú dagarnir eru farnir at styttast aftur, kaldari verður í veðrinum, og ongar kirkjuligar høgtíðir eru. Og tað er neyðugt, at Klaksvíkar Kommuna tekur initiativ ella í minsta lagi spælir við.

Aðrastaðni í landinum verður nógv gjørt burtur úr heystfagnaðum; tann kendasti á Eiði, har teirra fagnaður er reiðiliga settur í skipan og er vorðin eitt veruligt trekkplástur. Vit síggja at grannakommunan Fuglafjørður skipar fyri bæði harmonikufestivali og mentanardøgum nú í august og september. Og aðrastaðni verður skipað fyri savnsdøgum í skúlaheystfrítíðini, fyri bert at nevna trý dømi.

Ikki tí, vit hava sæð ein øgiligan framburð á mentanar- og trivnaðarøkinum seinastu tvey áratíggjuni, har vit hava fingið Torradagar í februar, landsins størsta tónleikafestival, Summarfestivalin í august, eins og Føroya Sjómannadag, somuleiðis í august. Hartil er góða gamla Norðoyastevnan enn sum áður framvegis á skrá í mai/juni, og sostatt eru tiltøk seint á vetri, seint á vári og seint á sumri – men so er eitt langt tómrúm á seinsumri, alt heystið og fram til jóla. Tað er hetta tómrúm, vit treingja til at fáa fylt innihald í.

So kann onkur kanska spyrja, um klaksvíkingar ikki eru mettir av tiltøkum. Til tað er gleðiliga svarið, at jú, tiltøkini í Klaksvík standa ikki aftanfyri tey í øðrum pørtum av landinum, hvørki í nøgd ella í góðsku, og á summum økjum eru vit enntá fremst. Men tað er endurnýggjan, vit hava tørv á. Einum nýggjum tiltaki, sum kanska, kanska ikki, skal vera afturvendandi á heysti í Klaksvík.

Vit síggja longu nú, at handilsvinnan roynir at fylla heystar-tómrúmið út við amerikonskum fyribrigdum so sum Halloween og Black Friday. Og tað mugu tey fegin. Men hevði tað ikki verið stuttligari við einum føroyskum tiltaki á heysti? Góðir møguleikar eru fyri at leggja eitt tiltak til dømis á mikkjalsmessu, í skúlaheystfrítíðini, tá fjøllini eru liðugt gingin ella rundan um alla halganna dag. Tá so nýggja mentanarhúsið kemur, kann tað vera við.

Tí Klaksvíkin má eisini ansa eftir ikki at verða yvirhálað á trivnaðarøkinum. Í Runavík og Fuglafirði standa mentanarhúsini bæði, Løkshøll og Mentanarhúsið, í fagrasta blóma og eru í dag væl etablerað trekkplástir og snaringspunkt. Og øll vóna vit, at nýggja og stásiliga mentanarhúsið í Klaksvík fer at verða ein minst líka stór suksé. Men onki mentanarhús uttan innihald, og tað innihaldið skal helst vera árið runt.

Lat meg enda við eini umbering: Er tað so, at eitt ella fleiri tiltøk longu eru løgd, ella eru í umbúna at verða løgd, í Klaksvík í heyst, so biði eg hervið frammanundan um umbering fyri at skriva, sum um onki var. Tað er skrivað vegna vantandi vitan um hesi tiltøk og avgjørt ikki fyri at lítisgera tey.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…