Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Tað er gott at vera eldri borgari í Klaksvík, men....

SKRIVAÐ: Steinbjørn O. Jacobsen  |  04.09.2022 - 12:09 Lesarabrøv Politikkur

Av øllum tilboðum og tænastum Klaksvíkar Kommuna, saman við hinum kommununum í Norðoyggjum veitur eldru borgarum sínum, er fyrimyndarligt, her kann eg m. a. nevna, venjingarumstøðurnar á Ven og Virka, tiltøk í Smæruni, dagtilhald Sóljan, dagtilhaldið Búðatrøð, Serflutningbussurin og tað seinasta skotið á stammuni er heilsufótbóltur fyri 60 +.

Síðani hava vit heimarøktina og øll sambýlini, ellis - røktar og umlættingarplássini, sum eru ómetaliga góð, bæði fyri búðfólkini og tey avvarðandi, fantastisk starvsfólk, sum arbeiða við hesum fólkum, takk fyri tað, men nú komið eg til mítt "men"

Tað er ikki í lagi, at hesi heim ikki eru nóg væl mannaði at taka sær til fulnar av búfólkunum, hetta er harmuligt, eg síggi hvussu strævi og samstundis stressandi hesi starvsfólk hava tað, tí manningin er ov lítil til hetta krevjandi arbeiði, ja, eg undrist á eldhugan og áhaldni undir teirra umstøðum, hóast tey ikki fáa gjørt alt tað, tey fegin høvdu ynskt, tey eiga stórt rós uppiborið.

Tað verður sagt, at trupult er at fáa starvsfólk til hetta økið og tað undrar meg ikki, nú arbeiðsloysið er søguliga lágt. Men hvussu kann betrast um henda trupulleikan.

Eg havi misstanka um, at lønin fyri hetta sera krevjandi starv er alt ov lítil. Um so er, er bert eitt at gera, tað er at taka lønarspurningin upp og bøta um hann, hetta fer uttan iva at virka fyri, at fleiri starvsfólk fáa áhuga at koma í slík størv, og hetta fer at lætta og betra um trivnaðin hjá núverandi starvsfólkum á økinum, samstundis sum stressfaktorin blívur burtur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási