Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er Fólkaflokkurin í ferð við at gerast ein høvuðsstaðarflokkur?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.09.2022 - 10:43 Leiðarin Politikkur

Er Fólkaflokkurin, sum í áratíggjur hevur havt sín sterka skansa í Norðoyggjum, nú í ferð við at gerast meir átøkur Framsókn, sum raðfestir tørv og menning av høvuðsstaðnum fram um landspartarnar kring landið?

Tað er ein ósvitalig sannroynd, at skansin, sum við seinasta løgtingsval - enn einaferð - bjargaði Fólkaflokkinum og núsitandi landsstýrissamgongu, var og er Klaksvík og Norðoyggjar, her umleið annar hvør veljari setti sín kross við Fólkaflokkin í 2019.

Tí varð veruliga roknað við, at hendan samgongan í verki fór at vísa sín loyalitet ímóti hesum landspartinum.

Men nú roykurin er við at leggja seg, og broytingar eru gjørdar í landsstýrismanning og aðrastaðni í samgonguni, samstundis sum nýggjur floksformaður er valdur, sum hevur sína dagligu gongd í høvuðsstaðnum, vísir tað seg, at loyalitetur Fólkafloksins er við at flyta inn ímóti miðju landins.

Vit sóu tað við Veðurstovu Landsins, sum táverandi landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum segði seg vilja staðseta úti um landið, men kortini liggur høvuðssætið hjá Veðurstovu Føroya nú so pent mitt í landinum - á Boðanesi í høvuðsstaðnum - sum ein deild hjá VØRN, ið somuleiðis liggur í Havn. Ógvuliga greið tala.

Síðan síggja vit tað nú eisini við Akstovu Føroya, sum í umleið sjeyti ár hevur havt deild her í Klaksvík, at ein nývaldur landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum krevur at fáa hana lagda í ella tætt við sína heimbygd í Eysturoynni, heldur enn at hugsa miðspjaðing av onkrum, sum ikki longu liggur úti um landið.

Og nú síggja vit tað aftur í sambandi við bummgjøldini í Vága- og Norðoyatunlunum, sum hendan samgongan enntá hevur lovað bæði skrivliga og munnliga at avtaka, at hesin sami, nýggi landsstýrismaðurin ikki vil hugsa til frama fyri økini kring landið, men heldur inn ímóti miðjuni við at treiskast ímóti at halda hetta lyftið til Norðoyggjar og Vágar.

Dømini eru fleiri enn, men nóg mikið er nevnt í hesi syftu, tí hetta er nóg mikið til at geva politiskum eygleiðarum og veljarunum her í lokalsamfelagnum eina higartil ókenda kenslu av Fólkaflokkinum, nevniliga at hann ikki longur er líka trúfastur ímóti sínum skansa nummar eitt í fleiri áratíggju, nevniliga Klaksvík og Norðoyggjar.

Eingin ivi er um, at bylgjurnar eisini ganga høgt innanveggja í Fólkaflokkinum í hesum døgum kring hesi viðurskiftini, tí vit síggja nú, at løgtingslimir Fólkafloksins her í Norðoyggjum seta rímiliga hvassar spurningar til sínar egnu landsstýrismenn um hesi mál, sum helst verða avgerandi fyri komandi valúrslitinum í Norðoyggjum.

Tað verður áhugavert at fylgja gongdini, um veljarin í Norðoyggjum til komandi løgtingsval fer at minnast til hesa snaring Fólkafloksins, soleiðis at loyalitetur hansara ímóti Fólkaflokkinum eisini fer at vikna, og aðrir flokkar fara at vinna seg framaftur og veksa seg stórar her í (fyrrverandi) løgtingsvaldøminum Norðoyggjar?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…
Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 202…
Eg eri klár til valstríðið!
Ruth Vang: Eg føli meg snýtta
Aðalfundur hjá MEGD verður á Hotel Føro…
Fann skyldkonu á Torradøgunum
Tað gjørdist truplari og truplari at hav…
Álitið millum samgongupartnarar­nir var r…
Ein avtala fyri ófødda barnið