Lýsing
Lýsing

Tá heilivágurin er verri enn sjúkan

SKRIVAÐ: Ben Arabo, Oyrareingir  |  09.09.2022 - 12:32 Lesarabrøv Politikkur

At ráoljuprísurin fer upp, er tað sum hendir, tá man roynir at minka um útboðið, meðan eftirspurningurin enn veksur. Tað er grundleggjandi økonomi, og eigur ikki at koma óvart á nakran. Ábyrgdarleysi boðskapurin at heimurin ikki tørvar meiri olju og gass er viðvirkandi til at skapa eina orkukreppu, sum kann gerast nógv verri enn væntaðu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.

 

Veðurlagsbroytingarnar, sum eru onkustaðni millum 100% náttúruskaptar og 100% mannaskaptar, verða nýttar av summum sum argument fyri at krevja, at heimurin gevst at gera meiri íløgur í olju og gass. Man brúkar ein alarmistiskan og í summum førum fullkomuliga ógrundaðan apokalyptiskan retorikk at grundgeva við.

 

Nógv halda, at tað ber til at gevast at leita eftir olju og gassi her og nú. Heimurin hevur nóg mikið av olju, hoyrist ofta frá fólki – eisini her í Føroyum.

 

Eingin framskriving, ið eg havi sæð, vísir, at vit megna at nøkta eftirspurningin frameftir við verandi olju- og gasskeldum. Millum annað tí er ráoljuprísurin høgur. Um marknaðurin truði, at vit høvdu ovmikið av olju, so var oljuprísurin lágur í dag.

 

IEA, sum er atljóða orkustovnurin, hevur í sinari grund-case (stated policies scenario) framvegis vøkstur i oljueftirspurninginum fram til 2030. Tað kundi verið uppá sítt pláss, at tey sum rópa harðast um at lurta eftir vísind, tóku sær eina løtu at hyggja eftir, hvat vísindin og serfrøðin sigur um, hvussu orka kann fáast til vega til 8 milliardir fólk.

 

Vit brenna meira av koli enn nakrantíð

 

Man kann hóskandi byrja við at staðfesta, at kol er framvegis størsta orkukeldan í heiminum til framleiðslu av el í 2022, og at altjóða orkustovnurin IEA væntar, at vit í ongantíð í heimssøguni hava brent meira kol av, enn vit fara at gera í ár.

 

Gamaní, framgongdin er øgilig á orkuøkinum, sum vit eisini síggja tað í Føroyum við nýggjum vindmyllulundum, sum koma at gera góðan mun. Men hóast vindur og sól eru fínar orkukeldur afturat, so koma tær ongantíð at verða ryggásin í einari orkuskipan. Ryggásin má verða orka, sum ikki er avhengug av veðrinum.

 

Ikki tí, her í Føroyum kunnu vit avgjørt gera nógv meira, tá tað kemur til burðardyggan streym og hita. Men her eru forðingarnar fyrst og fremst lógarmessigar við ti monopoli og bygnaði, sum man hevur á hesum øki, og sum man politiskt tykist vilja tvíhalda um.

 

Tað er ikki svart móti grønum – tað er ein spurningur um blandingina

 

Tann opinlýsi veruleikin er, at vit koma í nógv ár at hava olju og gass og aðrar orkukeldur – svart og grønt. Tað er ikki vindur, sól og vetni móti fosssilum orkukeldum. Tað er bara ein spurningur um, hvussu blandingin verður framyvir. Varandi orka fer at økjast alsamt framyvir, men tað er ein spurningur um ferð, og hvat er tekniskt gjørligt. Vónandi veksur varandi orkan skjótari enn orkutørvurin, tí tað er ein kapprenning í heiminum í løtuni.

 

Tað ræður í hvussu so er um, at hava eina ávísa realismu í tí sum man arbeiðir út frá. Tí orkumangul kostar í uttasta konsekvensi lív.

 

Eingin sjálvrannsakan

 

Tey sum í dag rópa harðast um, hvussu forkasteligt tað er, at ráoljuframleiðarar kring allan heim hava so stóran vinning, eru í ein stóran mun tey somu, sum hava roynt at billað einari góðtrúgvnari verð inn, at heimurin hevur nokk av olju og gassi. Tað er ikki so. Og tað var heldur ikki so, áðrenn Russland legði stein omaná byrðu við innrásini av Ukraina.

 

Man skuldi trúð at eitt sindur av eyðmjúkheit og sjálvrannsakan sníkti seg inn í kjakið, nú hagtølini vísa, at kol-, gass- og oljunýtslan er tann hægsta nakrantíð í heimssøguni nú 7 ár aftaná Paríssáttmálan, og Europa støvar gomul kolkraftverk av, fyri at forða fyri allarringastu avleiðingunum av orkumanguli komandi vetur.

 

Men nei. Krøvini um at gevast við olju og gassi gerast bara snjallari.

 

Eykaskattur á eitt knapt tilfeingi?

 

Eg veit ikki, hvat hesi hugsa. Antiono Guterres, ST aðalskrivari, heitti herfyri á heimsins stjórnir at eykaskatta oljufeløgini, tí at hesi hava verið ov gramm. Lat fara, at t.d. bæði Apple og Google hava nógv hægri vinning enn Exxon, BP og Shell, men tað er løgið at sami maður, sum í 2018 heitti á oljufeløg at tálma olju og gassíløgur, nú kemur alment út, og kritiserar, at ráoljuprísirnir eru ov høgir.

 

Tað er tað sum hendir, tá man roynir at minka um útboðið, meðan eftirspurningurin enn veksur. Tað er grundleggjandi økonomi, og eigur ikki at koma óvart á nakran.

 

Oljunýtslan í heiminum økist enn ár um ár, og fer helst at vaksa fram til 2030. Í hvussu so er, um framskrivingar hjá IEA og OPEC eru eftirfarandi, og tað hava tær verið til nú.

 

Vit mugu tillaga okkum demografi, búskap og tøkni

 

Oljunýtslan veksur ikki, tí at man ynskir, at tað skal verða so. Hetta er so, tí at demografi, búskapur og teknologiskar avmarkingar diktera tað. Sjálvandi skulu vit royna, tað vit eru ment, at gerast so burðardygg sum gjørligt, men ikki slepst undan olju og gassi í áratíggjur afturat.

 

Um heimurin gevst at gera íløgur í olju og gass her og nú, so fáa vit eina alheims orkukreppu, sum er nógv verri enn avleiðingarnar av, at heimurin hitnar fram til 2100. Í hvussu so er, um man lurtar eftir IPCC.

 

Tað kundi annars verið áhugavert at vitað, hvat fólk halda fer at henda við olju- og gassprísunum, um lond gera eftir áheitanini frá Antiono Guterres um at brandskatta olju- og gassframleiðslu enn meira. Ella um vit gera, sum ávísir føroyskir politikarir ynskja, og gevast heilt við íløgum í olju og gass.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku fólka­tingsumboð­ini kunnu avgera…
Heygabúðin 40 ára føðingardag
Útróðurin í dag
Øll mugu hava ráð til grøna orkuskiftið
Trupul fólk stjala tíð og eru orsøk til…
Loyvið okkum at arbeiða við góðari samvi…
Trý ivamál í KÍ-hópinum til 2023
125 krónur í skattalætta
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann 3-1 á Fleyr
Hundavenjing uppi á Fossum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á NSÍ
Bjartalíð heldur høga stigið
Fíggjarmála­ráð­har­rin: Skilagott at dagfø…
Ferjur um vágna í Klaksvík
Son Of Fortune skjýtur FríðuTó­nar í gong…
Upptakt: NSÍ-KÍ
Durita best í september
Bollarnir á KSS
Ein fjórðingur av løgukrónu­num enda í No…