Lýsing
Lýsing
Lýsing

Annfinnur oddviti á Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2022 - 16:05 Leiðarin Mentan

Mentanarhúsið Varpið er nú veruliga við at taka skap, bæði bygningurin sjálvur og innihaldsliga. Herfyri varð Annfinnur Heinesen settur sum stjóri at byrja í november í ár. Bera vit okkum rætt at, kann Varpið blíva tann snúningsásin og tað trekkplástrið, fólkatalsstagneraða Klaksvíkin hevur bíðað leingi eftir og trongt til.

 

Tá Winston Churchill varð biðin um at skerja játtanina til mentan og list og heldur brúka tað til krígsmateriell, so skal hann hava svarað, [um ikki mentanina], then what are we fighting for?" Hví berjast vit fyri okkara land, um tað ikki er fyri okkara mentan?

Orðini, sum sigast vera Churchills, ganga sjón fyri søgn í øðrum pørtum av landinum. Suðuroyggin hevur veruliga fingið eitt mentanarligt “lyft” av, at SALT varð sett á stovn og er farið at virka. Eldsálir í Fuglafirði seta teirra heimbý á Føroyakortið og hava gjørt tað, síðani Mentanarhúsið har byrjaði um aldarskiftið. Løkshøll í Runavík talar júst sama mál og hevur havt serstakliga positiv árin á økið við Skálafjørðin, serliga eystara arm.

Nøkur øki eru tó, ið ongan tílíkan mentanarpall hava. Og Norðoyggjar hava higartil verið eitt teirra. Ikki tí at vit vanta drívmegi, eldsálir ella mentan. Men tí vit hava vantað karmarnar. Við Varpinum fáa vit teir loksins. Var Húsið eitt framstig, er Varpið ein kollvelting.

Og tað er fyri neyðini og ikki eitt sekund ov skjótt, tí umstøðurnar hjá eldsálunum í Klaksvíkar Sjónleikararafelag hava verið stak vánaligar, og tær hava gingið heimleysar í áratíggju. Góðskuni hevur onki batt; tað hava vit øll upplivað. Men vit hava upplivað tað í einum biografi, eini brandstøð og eini ítróttarhøll. Bólkarnir hava m.a. vant í  einum fyrrverandi flakavirki, og onkur teirra ber enntá venjingarumstøðurnar í navni sínum – Grandma’s Basement, ommu’sa kjallari.

Avgjørt er at seta Annfinn Heinesen sum stjóra og harvið primus motor á Varpinum. Tað kann valla miseydnast. Annfinnur er fyrst og fremst klaksvíkingur og norðoyingur, og hartil er hann eitt multitalent, ið hevur hægri útbúgving innan stjórnmálafrøði, hægri útbúgving innan palllist, og bæði leiðslu- og mentanarligar royndir frá Føroya Fólkaháskúla, har hann hevur sitið sum stjóri í fimm ár. Umframt tað hevur hann fyrisitingar royndir í Undirvísingar- og Mentamálaráðnum. Av sonnum eitt imponerandi CV. Og ikki bara tað, tað tykist nærum skraddaraseymað til at standa á odda fyri mentanini í Norðoyggjum.

Hansara fyrstu orð um starvið mundu eisini frøa norðoyahjørtu flest. Tann tá aktuella búskaparfráðgreiðing var júst løgd fram, sum ikki eina ferð í Havn, og Annfinnur segði, at Varpið kundi vera karmur um framtíðar búskaparfrágreiðingar. Tað er júst soleiðis, ein primus motor eigur at hugsa. Latum okkum eisini fáa eitt nú Mentanarvirðisløn Landsins handaða á Varpinum. Og Tjóðpallurin eigur sjálvsagt eisini at fara á ferð við øllum sínum sjónleikum til SALT, Løkshøll, Mentanarhúsið í Fuglafirði og Varpið. Tað eigur at vera eitt krav frá politikarunum úr Suðuroy, Norðoyggjum og Eysturoy.

Norðlýsið vil við hesum reglum ynskja Annfinni Heinesen hjartaliga tillukku og blíðan byr sum mentarinnar oddviti í Norðoyggjum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar