Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rynkurnar úr Haraldssundi og Kunoy heiðraðar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2022 - 13:22 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Í farnu viku skipaði trivnaðarnevndin í Kunoyar Kommunu fyri hugnakvøldi, har rynkebysúkklararnir úr báðum bygdunum vóru heiðraðir. Í ár vóru heili tríggir av súkklarunum úr Kunoyar Kommunu, sum súkklaðu til París. Tær tríggjar vóru Hanna Ovadóttir úr Haraldssundi, Meiken Sólheyg Michaelsen og Annika Vilhelm úr Kunoy.

Nógv av bygdarfólkunum vóru møtt upp, tá tær í gulu klæðunum komu súkklandi á eyðkendu súkklunum til bygdarhúsið í Kunoy, har hugnakvøldið var. Borgarstjórin segði nøkur orð og handaði teimum blómutyssi.

Millum annað segði borgarstjórin, Poul Jacob Poulsen: Tað er ikki ofta, at vit kunnu samlast her á Kunoynni at heiðra lokalum ítróttafólki, men tað gera vit í kvøld. Hanna, Annika og Meiken hava súkklað tann langa teinin úr Føroyum til París, og tað er eitt megnar avrik, sum vit avgjørt halda er vert at heiðra. Tað er ein langur teinur at súkkla, og tað er ikki bara bara at gjøgnumføra, tá ein hugsar um alla ta venjing og fyrireiking, sum skal til gjøgnum veturin fyri at tað skal eydnast. Sum flestum kunnugt stuðlar Rynkebyliðið børnum við lívshættisligum sjúkum. Og tað eru ikki smápengar, sum samlaða liðið klárar at savna saman hvørt ár. Í 2021 var tað góðar 72 milliónir krónur. Tað tit hava avrikað, ger mun.

Eisini takkaðu tær tríggjar kommununi og bygdarfólkunum fyri stuðulin – og løgdu dent á, at hesa ferð vóru tríggjar kommunur, sum stuðaðu, og Kunoyar Kommuna var ein teirra.

Vit kunnu fegnast um allar rynkurnar og allar aðrar felagsskapir, sum gera mun fyri at hjálpa øðrum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Innkomna peninga­upphæddin í ár er 1.590.…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin