Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tú ert ikki einsamøll/ur, um tú hevur hug at halda fyri oyruni, tá tú hoyrir um GDPR

SKRIVAÐ: Synergi  |  21.09.2022 - 21:30 Vinna

– men tú verður glað/ur, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!

Kom og fá innlit í krøvini í nýggju Dátuverndarlógini

 

Tað kann kennast eitt sindur ógvusligt, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar. Tað fært tú yvirlit yvir, á hesum skeiðinum.

 

Synergi hevur skeið í dátuverndarlógini tann 5. oktober 2022

 

Royndirnar við skeiðinum eru, at hetta er í roynd og veru eitt sera hugaligt skeið. Nógv meiri áhugavert, enn tú kanska ímyndar tær. Tað siga fleiri av luttakarunum. Tí dátuverndarlógin er viðkomandi fyri okkum øll. Bæði teg sum privatpersón og øll arbeiðspláss.

 

Kom og fá yvirlit yvir reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum.

 

 

Undirvísari Helga á Borg

Helga á Borg er útbúgvin cand.jur á Københavns Universitet í 2008 og gjørdist advokatur í 2011. Hon hevur arbeitt í nógv ár innan. Hon veitir í sínum dagliga arbeiði ráðgeving innan persóndatarætt, herundir GDPR. Í mars 2019 tók Helga eina eftirútbúgving innan persóndatarætt/GDPR og fekk CIPP/E certificering. Síðani 1. juli 2020 hevur hon verið forkvinna í føroyska Dáturáðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Lýsing