Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat er ein góður miðbýur?

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  27.09.2022 - 10:30 Tíðindi

Í annaðkvøld kl. 19 verður almennur pallborðsfundur á Skúlatrøð. Evnið á fundinum verður "Hvat er ein góður miðbýur?", har býráðspolitikkarar, fólk við serkunnleika innan økið og vanligir borgarar koma at siga sína hugsan, umframt at áhoyrarar eru vælkomnir við spurningum. Nomið verður við evnir so sum býarmenning, miðbýarbygging og trivnaður.

 

Nú eru áleið 10 ár síðan arbeiðið við miðbýðarætlanin fór í gongd. Í 2015 bleiv skipanaruppskotið hjá Henning Larsen arkitektum samtykt av býráðnum og seinni sama ár bleiv spakin settur í, tá byggingin við Biskupstorg fór ígongd.

Til pallborðsfundin fer Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, at gera eina støðulýsing av miðbýarætlanin. Síðan verður møguligt hjá teimum, sum eru boðin at sita við pallborðið, at siga sína hugsan. Eftir tað verður tosað um ymisk evni, sum eru aktuell at kjakast um í samband við miðbýarmenning og hvussu byggingin í býnum ávirkar borgarar. Til seinast verður høvi hjá áhoyrarum at koma við viðmerkingum.

 

Við pallborðið sita:

  • Ósbjørn Jacobsen, arkitektur
  • Oddmar á Lakjuni, formaður í Umhvørvis og býarskipanarnevndini
  • Mimmy Vágshey, vinnurekandi
  • Rasmus Biskupstø, lærari á Fróðskaparsetrinum
  • Gerda Absalonsen, limur í Eldraráðnum
  • Victoria Neshamar, borgari

Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinun, verður orðstýrari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París