Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til Kyndil

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  25.09.2022 - 19:02 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá Stjørnan og Kyndil hittust í KÍ-høllini í dag. Kyndil tók leiðsluna frá byrjan av, og hevði leiðsluna allan dystin, tó var Stjørnan nøkulunda við stóran part av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 9-14 til Kyndil.

Tað sá út sum um at stjørnuleikararnir vóru nóg tendraði frá byrjan av, og tað var ov lítið hugflog yvir spælinum hjá teimum. Tað var nógv meira ferð og vilji yvir spælinum hjá Kyndil, og hevði Stjørnan stórar trupuleikar við at steðga Turið Arge Samuelsen, sum næstan ótarnað kundi skjóta mál ferð eftir ferð, hon bleiv eisini topp skjútti hjá Kyndil við 20 málum.

Sum seinni hálvleikur leið, økti Kyndil støðugt um leiðsluna, og enda dysturin við einum greiðum 33-23 sigri til Kyndil. Tó var tað ein leikari hjá Stjørnuni sum kann verða nøgdur við sítt avrik, tað Mina Sirdal Hendriksen, hon gjørdist eini toppskjútti hjá Stjørnuni við 12 málum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…