Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kjølbro-messa á Spinnarínum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2022 - 11:00 Myndarøð Tíðindi Vinna

Kjølbro Heilsøla helt herfyri eina matvørumessu í gamla Spinnarínum fyri sínum viðskiftafólkum. Útlendskir kundar vórðu bodnir til Føroya at síggja vørurnar, ið Heilsølan vísti fram, og tað eru bæði stórkøkar, handlar, smærri køkar og fitt av skipsreiðaríum, ið hava talst millum kundarnar, ið hava tikið av og vitjað messuna. Nógv fólk vóru á gátt.

 

(grein úr blaðnum)

 

Kjølbro Heilsøla er í dag ein sunn fyritøka, sum tað gongur væl hjá, sigur ein av Hans Arni Thomsen, stjóri í Kjølbro Heilsølu, og eitt tílíkt tiltak skapar eisini eitt sindur av lívi kring fyritøkuna. Viðskiftafólkini síggja, at talan er um eina virkna fyritøku, ið spennir rættiliga víða.

Hetta er fyrstu ferð, at Kjølbro Heilsøla skipar fyri eini messu í so stórari stødd, sigur Steffan Rosenlund, innkeypsleiðari hjá Kjølbro Heilsølu. Teir hava áður boðið kundum og veitarum at vitja, men tá hevur tað verið í minni formati, einir 4-5 í senn. Steffan sigur, at millum vørurnar, tey hava sýnt fram, eru nógvar ymiskar kjøtvørur og nógvar ymiskar eplavørur, ið føroyingar dáma serliga væl. 

Talan er um eina sonevnda B2B-messu ella business to business-messu, har fyritøkur vitja aðrar fyritøkur. Tilsamans 12 fyritøkur hava vitjað, tær flestu úr Danmark. Umframt tær donsku er eisini ein fyritøka úr Noregi, ein úr Íslandi og ein úr Bretlandi. Talan er í flestu førum um gomul viðskiftafólk, men nýggj eru eisini ímillum. Steffan metir, at umleið eini 200 viðskiftafólk hava vitjað á messuni, og tað má sigast at vera ein heilt góð uppmøting. 

Matvørumessan hjá Kjølbro Heilsølu ella Kjølbro-messan, sum hon eisini verður kallað, snúði seg burturav um innfluttar vørur til Føroya, men onkrir føroyskir leverandørar eru bodnir við eisini, so føroysk framleiðsla var eisini við. At enda í samrøðuni varð komið inn á karmarnar, t.e. leiklutin hjá Spinnarínum sum messu-høli. 

- “Tað riggar ordiliga væl at hava eitt rustikt høli til eitt tílíkt endamál, og Spinnaríið er so mikið rúmligt, at tað var nøktandi bara at brúka aðra hæddina”, sigur Steffan. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni