Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroysku fólkatingsumboðini kunnu avgera valið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2022 - 17:00 Politikkur Tíðindi

Nógv bendir á, at kroysta Mette Frederiksen skrivar út val í vikuni. Veljararkanningar siga at reyði og blái blokkur liggja stavn um stavn, og tí kunnu kunnu føroysku fólkatingsumboðini gerast tungan á vágskálini.

Í donskum politikki snýr tað seg um at telja uppí 90. Tann vongurin, sum hevur 90 umboð vinnur. Feskasta veljarakanningin í morgun sigur, at reyði blokkur vinnur 86 umboð og at blái blokkur vinnur 85. Í smørholinum situr Lars Løkke Rasmussen, sum enn ikki hevur valt vong. Nýggja veljarakanningin gevur Løkke fýra umboð.

Men her í Norðuratlantshavinum velja vit eisini fólkatingsumboð. Tvey í Føroyum og tvey í Grønlandi. Í Grønlandi bendir alt á, at reyði vongurin vinnur bæði umboðini og tí hevur føroyska fólkatingsvalið serligan áhuga hesaferð.

Javnaðarflokkurin fær fyrst valda

Um nakað høpi er í teimum mongu veljarakanningunum, sum eru gjørdar seinastu tíðina, so fær Javnaðarflokkurin fyrst valda umboðið, meðan tað er sera ilt at spáa um hvør fær hitt umboðið. 

Vinnur Tjóðveldi, so merkir tað, at reyði vongurin í Danmark kann telja uppí 90, uttan hjálp frá Løkke. Fáa Fólkaflokkurin ella Sambandsflokkurin annað umboðið, so verður Løkke “kongemager” og avgerð hvør fær krúnuna, sambært veljarakanningini í dag.

Sjúrður, Kaj Leo, Jørgen og Høgni

Í Javnaðarflokkinum er eingin ivi um hvør er høvuðsvalevni. Sjúrður Skaale, sum fekk 3.337 atkvøður seinast, verður valdur. Sannlíkt stillar Sjúrður upp til komandi løgtingsval og at síggja til, so leingist hann eftir at fáast við føroyskan politikk aftur. Tí er áhugavert at hyggja eftir hvør verður næstur á listanum eftir Aksel, sum verður næstvaldur. 

Stillaði Edmund Joensen upp, so átti Sambandsflokkurin annað umboðið. Men tað ger hann ikki, og tí er alt opið. Kappingin stendur millum núverandi, fyrrverandi og sannlíkt næsta formann floksins Bárður, Kaj Leo og Magnus. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum varð næstvaldur til seinasta val, hevur alment boðað frá, at hann ætlar sær á Fólkating. Drúgvu royndirnar hjá fyrrverandi løgmanninum tala fyri tí, og kanningar siga, at havnamaðurin er best lýddi landsstýrismaðurin í samgonguni. Hvør veit, kanska Sambandsflokkurin fær høvið at velja eina kvinnu í landsstýrið skjótt?

Einki stríð millum formenn

Í Fólkaflokkinum hevur fyrrverandi formaðurin Jørgen Niclasen fremsti kandidaturin. Kanska er tað snilt hjá nýggja formanninum, Christiani Andreassen, at geva sørvinginum pallin. Christian er ikki áhugaður í einari beinleiðis kapprenning millum nú- og táverandi leiðslu í Fólkaflokkinum, nú stórur turbulensurin innahýsis tykist hava lagt seg eftir formansskiftið. Somu fintu gjørdi Jørgen í 2015, tá Annika Olsen varð útnevnd fremsti kandidatur floksins. Hesaferð verður Annika neyvan á listanum.  

Tjóðveldi fekk eitt lutfalsiga vánaligt fólkatingsval seinast og endaði aftast av teimum fýra stóru. Síðani tá er Kristina Háfoss fyribils farin í gloymsluna, meðan óvist er um atkvøðuslúkurin Magni Arge tekur eitt tørn aftrat. Tí má Høgni Hoydal metast at fáa nógv flestu atkvøðurnar í flokkinum, sum í løtuni tykist eitt vet aftanfyri hinar tríggjar. 

Men vit hava sæð áður, at eitt gott valstríð kann flyta heilt nógv, tá fólkatingsval er. Orsøkirnar eru m.a., at vallutøkan er lutfalsliga lág og tí snýr valið seg í stóran mun um at fáa sínar veljarar at møta upp valdagin.

Eitt annað, sum argar, tá spáast skal um vallúrslitið, er leikluturin hjá smærru flokkunum. Miðflokkaveljarar velja ofta Sambandið ella Fólkaflokkin til fólkatingsval, og veljarar hjá Framsókn og Sjálvstýrið kunnu eisini lokkast at fara aðrastaðnis.

Tí eru verri enn so allar súgur syftar. Á Christiansborg vónar reyði blokkur, at valúrslitið í Føroyum verður sum í 2015.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik