Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til dystin fús

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  23.10.2022 - 10:26 Fólkatingsval 2022 Tíðindi

Norðlýsið hitti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur til eitt prát nú fólkatingsvalið stundar til.

Sum vant, so var Elsebeth í góðum hýri og  fit for fight til fólkatingsvalið.  Hon var ikki eina løtu í iva um, at Fólkaflokkurin hevur  besta politikkin. Tað einasta rætta og besta er tí at fáa eitt  fólkafloksumboð aftur niður  á Fólkating at tala okkara søk har.

 

Fólkaflokkurin avrikar

Sjálv metir Elsebeth, at Fólkaflokkurin  so dyggiliga hevur prógvað , at hann er ein avriksflokkur á øllum økjum. Bæði her heima og á Fólkatingi. Tá tøk skulu takast, vísir fólkaflokkurin ábyrgd og handlikraft. Um eg bara taki mítt egna øki, sum dømi, so bleiv sera nógv avrikað á almannøkinum tey góðu tvey árini eg sat sum landstýriskvinna.  Eisini á øðrum økjum er nógv komið av skafti. Okkara vørumerki er avrik.

Á Fólkatingi hevur Fólkaflokkurin eisini prógvað sítt virði .  Tá undirgrundin bleiv yvirtikin í 1992 bleiv hetta málið loyst av Poul Schluter saman við fólkaflokkinum. Tá boð eru eftir fólkaflokkinum eru vit til reiðar at taka ábyrgd, heldur Elsebeth fyri.

Eg bjóði meg fram sum valevni til fólkatingsvalið, tí eg ynski at umboða Føroyar á Fólkatingi.  Til tað krevst, at veljarin vísir mær álit. Besti mátin at virðismeta mítt arbeiði og míni virðir er at atkvøða fyri mær. Líkamikið um tað er løgtingsval ella fólkatingsval.  

 

Fólkaflokkurin kann skriva søgu

Norðlýsið metir, at Fólkaflokkurin til hetta fólkatingsvalið hevur møguleikan at skriva søgu.   Um veljarar floksins –  í hesum førinum serliga kvinnurnar - standa saman um einastu kvinnuna á listanum, so er møguleikin  avgjørt til staðar, at fólkaflokkurin fyri fyrstu ferð nakrantíð fær  eina kvinnu valda á Fólkating. Til tað krevst sjálvandi, at flokkurin samanlagt fær nóg nógvar atkvøður til tað. Tað hevði verið dagur í viku. Spennandi verður at síggja um kvinnurnar nú fara at standa saman.

 

Tætt ímillum 3 av teim størru flokkunum

Sambært onkrari veljarakanning er rættiliga tætt ímillum fólkaflokkin, sambandsflokkin og tjóðveldi. Bert nakrar heilt fáar atkvøður kunnu avgera, hvør fær umboð valt. So spenningurin kann blíva stórur valkvøldið.

 

Mál eg vil arbeiða fyri

Spurd um, hvørji mál liggja henni fremst í huga, svaraði Elsebeth, at hon ynskti at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Danmark. Hon vil virka fyri at betra um møguleikarnar hjá lesandi  at fáa bústað undir lesnaðinum.

«Eisini vil eg arbeiða fyri at  bøta um umstøðurnar hjá teimum,  sum verða send til Danmarkar í sjúkraørindum.  Nýggja føroyska talgilda heilsuskipanin skal samvirka við donsku talgildu heilsuskipanina, soleiðis at journalupplýsingar eru tøkar í báðum sjúkrahúsverkunum. Tað fer at stytta  og bøta um viðgerðina og økja um sjúklingatrygdina.

Eg fari framhaldandi altíð at raðfesta sociala økið høgt.

Fríhandil við ES er eisini eitt mál, sum eg vil arbeiða fyri.

Annars vil eg altíð verða longdi armurin hjá myndugleikunum heima í Føroyum og arbeiða frá máli til mál í tøttum samstarvi við allar partar.

Á etiska økinum fari eg hava júst somu áskoðan á fólkatingi, sum her heima.   Trúgvi øll kenna mína støðu har.   Um uppskot kemur um løgfrøðiligt kynsskifti til børn, so fari eg heilt vist at atkvøða nei. Vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og tað sum kemur í Danmark, kemur eisini til Føroyar nøkur ár seinni. Eg fari at fylgja væl við og luttaka í øllum málum, sum kunnu hava týdning fyri Føroyar».

 

Elsebeth Mercedis heitir á allar fólkafloksveljarar runt alt landið um ikki at sita heima valdagin. Farið  mannsterk  á val og fái  familju, vinfólk, grannar, starvsfelagar og onnurvið tykkum á val og veljið fólkaflokkin. Hesaferð má tað eydnast  fólkaflokkinum at fáa  umboð valt á fólkating . Hugsi tykkum til, at áseinasta fólkatingsvali restaðu okkum einans góðar 400 atkvøður í at fáa  umboð valt á Christiansborg.  So nú vóni eg av innasta hjarta, at allir fólkafloksveljarar fara manssterkir á val og geva sína atkvøðu til kennar. Eg hevði sett stóran prís uppá hvørja einastu atkvøðu fyri mær persónliga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgar­stjó­rin svarar spurningum
Eyðstein: Gongur strúkandi at fyrireika…
TSK: Lærari til Timburdeildina
Prógvhandan á Tøknibreyt­ini
Søguligur dagur í NATO verjusamgonguni
3 pør av beiggum á A-lands­liðnum
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Høvuðsstuðlar hjá Føroya Sjómannadagi
Saman um fjørðin
Magni Christiansen við Country og Gospel
Grønt í vøkstri
Sirið greiðir frá føroysku móttøkuna av…
Borgar­stjó­rin: Vit verða væl og virðilig…
Eyðstein: Føroya Sjómannadagur 20 ár á b…
Bygningsdeildin hjá Tórshav­nar Kommunu á…
Søgan um Merle Haggard (4:9)
Snotilig skúta við bryggju í Klaksvík
North Atlantic Camp venjingarlega í Ísla…
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Eyðstein vitjar Norðlýsið