Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesa vikuna fer ættin fyri tað mesta at liggja ímillum eystan og sunnan. Einki illveður sæst á veðurkortununum teir næstu 5 dagarnar. Vindferðin fer ikki upp um 12 m/s. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.10.2022 - 07:30 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum nú er byrjað, fara fleiri lagtrýst at liggja á leiðunum úr Íslandi og allan vegin suður til Fraklands.

Rákið av luft til Føroya fer tí at vera av ættunum ímillum eystan og sunnan - onkra løtu tó nakað oman fyri eystan, og onkra løtu vestan fyri sunnan.

Til lágtrýst hoyra regnumráði, og tey fara at seta sín dám á veðrið her hjá okkum hesa vikuna - bæði í stuttum løtum og onkran heilan dag.

Hitalagið fer at liggja um tey 10 stigini.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadag: Eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður. Út á seinnapartin longri millum ælini.

Hitin mánadagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Týsdag: Týsnátt er framvegis eystætt, 5 til 10 m/s, samdrigið og fyri tað mesta turt. Út á fyrrapartin gongur hann niður í sunnan og minkar niður í 2 til 7 m/s, tað verður klárari á luftini og turt. Um kvøldið gongur hann upp til landsynning, 2 til 7 m/s, samdrigið og turt.

Hitin týsdagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Mikudag: Um náttina er landsynningur, 2 til 7 m/s, samdrigið og turt, men fyrrapartin gongur hann upp í eystan og veksur vindin upp í  5 til 10 m/s, skýggjað og fyri tað mesta turt. Seinnapartin hækkar hann upp í landnyrðing, og veksur vindin eina løtu upp í 8 til 13 m/s, og tað fer at regna. Seint um kvøldið gongur hann niður í sunnan, vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s, og tað slítur í og verður klárari.

Hitin mikudagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Hósdag: Sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið ella skýggjað og fyri tað mesta turt. Um kvøldið minkar vindurin niður í 2 til 7 m/s, skýggjað og turt, tó okkurt ælið í støðum.

Hitin hósdagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Fríggjadag: Um náttina melur hann úr ymsum ættum, undir 5 m/s, skýggjað og regn. Fyrrapartin er eystan, 3 til 8 m/s, enn skýggjað og regn. Seinnapartin gongur hann niður í eystan og so sunnan ella útsynning. Vindurin veksur upp í 5 til 10 m/s, og tað er skýggjað og regn.  

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður