Lýsing
Lýsing
Lýsing
Flokkarnir hjá hesum báðum stórsigraðu á fólkatingsvalinum. Skulu teir mjólka sigurin og eisini persónliga sigra, er lagaligasta løtan til eitt nýval helst beint nú. Men tað avger Bárður. | Mynd: Kringvarp Føroya.

A og E mugu taka onnur ráð fyri - og tað skjótt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.11.2022 - 14:56 Fólkatingsval 2022 Leiðarin Politikkur

Teir báðir samríkisflokkarnir ikki bara gjørdu bart, men teir beinleiðis volaðu á fólkatingsvalinum. Tilsamans fingu teir 58,4% av atkvøðunum, og hóast undirtøkan heilt vist verður nakað lægri til eitt løgtingsval, er hesin meiriluti so stórur, at hann ikki kann ignorerast. Fólkaflokkurin og Tjóðveldi risikera báðir at verða settir uttanfyri.

(greining av fólkatingsvalúrslitinum)

Nú skulu vit altíð hava tey neyðugu fyrivarnini: Hetta var eitt fólkatingsval, Sjálvstýri stillar ikki upp, Fólkaflokkurin fær altíð færri atkvøður tá enn til løgtingsval og so framvegis. Men hóast eftir at øll tey fyrivarnini eru tikin, er avgjørt ikki óhugsandi, at sigrandi flokkarnir varðveita ein meiriluta einsamallir.

Javnaðarflokkurin  hevur veruliga styrkt seg. Allar veljarakanningar gera hann til størsta flokk til eitt komandi løgtingsval, og nú hann var uppi til “próvtøku”, kláraði hann seg gamaní “bert” næstbest, men hevur onki at stúra fyri. Hann kann saktast gerast størsti flokkur, og verður uttan iva minst næststørstur.

Tjóðveldi hevur hinvegin nakað at stúra fyri. Eftir knapt 25 árum er glansurin farin av Høgna Hoydali formanni, og fyri fyrstu ferð fekk hann færri enn 1.000 atkvøður og somuleiðis fyri fyrstu ferð var hann ikki fyrstvaldur á listanum. Bjørt Samuelsen yvirhálaði innanum og fer ivaleyst at bjóða seg fram sum komandi floksforkvinna til næsta floksting.

Men har trupulleikin hjá Tjóðveldi kann lutvíst loysast við einum formansskifti,  stendur verri til hjá Fólkaflokkinum.  Og tað var eisini ein týðiliga vónbrotin Christian Andreasen, ið gav nøkur boð uppá vánaligu undirtøkuna á fólkatingsvalinum. Onnur var kapping við Miðflokkin, og hin var, at Fólkaflokkurin vanliga fær 2.000 færri atkvøður til fólkatingsval enn til løgtingsval.

Hesum hevur hann uttan iva rætt í, men undirtøkan var ikki bara 2.000 atkvøður færri enn til løgtingsvalið. Hann fekk yvir 4.000 (!) atkvøður færri enn til løgtingsvalið í 2019 – talan er sostatt um eina hálvering av flokkinum – og knapt 2.000 atkvøður færri enn til seinasta fólkatingsval, eisini í 2019. So frágreiðingin hjá Christiani Andreasen er gamaní røtt, men hon greiðir bara frá helminginum.

Aðrar orsøkir eru eisini, og úr rúgvuni kunnu nevnast ministararokadan í fjør, ið hevði til endamáls at útihýsa Anniku Olsen. At Fólkaflokkurin satsaði uppá ein formann úr miðstaðarøkinum, tá hesin skuldi skiftast í vár, gav góða meining, men alt bendir á, at fólkafloksveljarin í Havn er nógv liberalari enn fólkafloksveljarin úti kring landið. Her átti flokkurin, um ikki lovað Anniku Olsen inn aftur í hitan, so í øllum førum at satsað uppá ein meira liberalan formann. Fólkafloksveljarin í Havn er liberalur, og tað var skeivt at royna seg við konservativum politikki har.

At Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin samstarva væl, er almenn vitan. Og tað gera teir eisini á Fólkatingi. Størsta orsøkin til, at teir ikki gera tað í heimliga politikkinum, er samstarvsfelagarnir. Sambandsflokkurin hevði tørv á Fólkaflokkinum til at koppa Tjóðveldi til valið í 2019, og við einum ov lítlum Sambandsflokki valskeiðið 2015-2019 hevði Javnaðarflokkurin brúk fyri Tjóðveldi til at koppa Fólkaflokkinum. Men fáa Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin meiriluta uttan at noyðast út at heinta sær stuðul aðrastaðni, er tann samgongan sjálvsøgd.

Smáu flokkarnir høvdu eitt gott val. Tað ljóðar kanska løgið at siga tað um flokkar, ið ikki fingu 8% tilsamans, men allir føroyingar vita, at Framsókn og Miðflokkurin ongan reellan møguleika hava til eitt fólkatingsval kortini. At teir so kortini liggja um í miðal 4%, og báðir eru omanfyri tinggáttina til løgtingið til eitt fólkatingsval, er ein góð úrtøka. Teir klára seg uttan iva betur til komandi løgtingsvalið.

Næstu dagarnir verða tí sera spennandi. Framúr góða valið hjá Sambandsflokkinum kann gera, at Bárður á Steig, løgmaður, ger, at hann hevur momentum í løtuni. Á Løgtingi spøkir eitt misálit ímóti Jenisi av Rana, uttanríkisráðharra. Johan Dahl í Sambandsflokkinum, ið hevur sagt seg stuðla misálitinum, fekk eina dygga álitisváttan í gjár, har hann fekk 776 atkvøður og er varamaður hjá Onnu Falkenberg. Eisini kunnu eitt nú málini um ókeypis koyring í undirsjóvartunlunum og tummilin niður til lovaða skattalættan, gera sítt. 

Tað er tí ikki óhugsandi, at Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin velja at útskriva val nú í vetur. Ger hann tað nú, meðan Fólkaflokkurin og Tjóðveldi liggja veingjaskotnir á vígvøllinum, fáa vit kanska eina heimastýrissamgongu, har størsta ivamálið er luksustrupulleikin um, hvørt løgmaður skal eita Bárður ella Aksel. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB