Lýsing
Lýsing
Floksstjórnin hjá Miðflokkinum á fund kl 14
og tá fáa vit at vita um Miðflokkurin framvegis er partur av samgonguni
Tað er dramatikkur í løgtinginum í dag. Bárður á Steig, løgmaður hevur koyrt Jenis av Rana, landsstýrismann frá og stóri spurningurin nú er, hvat miðflokkurin ger.
Vit fingu orðið á Bill Justinussen, løgtingslim fyri Miðflokkin í fjølmiðlarúminum í løgtinginum. Til spurningin um miðflokkuin framvegis var partur av samgonguni, svaraði hann at tað er miðflokkurin, men at floksstjørnin hjá Miðflokkinum hevur fund kl 14 og síðani fæst at vita hvørja støðu miðflokkurin hevur.
Bill upplýsti annars, at hann er fúsur at taka við sessinum sum landsstýrismaður í uttanríksimálum
Seinastu tíðindini