Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt gott boð uppá, hvat nú hendir, er, at tað verður Bill Justinussen, ið fer í Landsstýrið fyri Jenis av Rana, ið júst er uppsagdur. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Nú má bera ella bresta í samgonguni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.11.2022 - 12:15 Leiðarin Politikkur

Háspenningur er í landspolitikkinum í løtuni, har Miðflokkurin á fundi kl. 14 í dag skal gera av, um hann framvegis er partur av samgonguni og evt. skal peika á ein nýggjan landsstýrismann, ella um hann fer úr samgonguni. Fer hann úr, verður uttan iva nýval.

Tað var eftir tíðindini á FM1 í gjár, at Bárður á Steig Nielsen fekk nóg mikið og gjørdi av at siga Jenis av Rana úr starvi. Jenis av Rana segði tá alment, at hann vónaði, at Magnus Rasmussen heldur ikki fór at lýða boðini frá løgmanni um at loyva børnum at fáa eftirnavn hjá sammóður.

Spurningurin er so, hvat hendir nú.

Velur Miðflokkurin at taka seg úr samgonguni, so talar alt fyri, at val til Løgtingið verður útskrivað. Framúr góða úrslitið hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið ger, at løgmannsflokkurin ikki hevur tað stóra at óttast fyri. Tó so kann flokkurin missa átrúnaðarliga-konservativar atkvøður frá sambandsveljarum, ið eru av á leið somu fatan sum Miðflokkurin. Hinvegin kann flokkurin eisini vinna atkvøður frá liberalum veljarum, serliga í miðstaðarøkinum.

At Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin fingu nevndu álitisváttan 31. oktober er ivaleyst orsøkin til, at løgmaður tordi at taka hesa avgerðina um at siga landsstýrismannin úr starvi. Eitt val nú kann eisini gera, at onnur trupul mál verða skotin út til horna, herundir fíggjarlógin, skattalættin, ókeypis bummgjøld og onnur við.

Hetta ger eisini, at misálitisuppskotið frá Tjóðveldi verður slept. Tað er ikki gjørligt at leggja misálitisuppskot fram á ein landsstýrismann, ið er koyrdur frá. Paradoksalt nokk er tað helst ein lætti fyri Tjóðveldi, at val ikki verður útskrivað beinanvegin, tí flokkurin hevur ikki góða undirtøku júst nú, men kann væl hugsast at byggja sær hana upp aftur komandi mánaðirnar. Neyvt tað sama er galdandi fyri Fólkaflokkin.

Í kristiliga baklandinum hjá Miðflokkinum framstendur Jenis av Rana nú sum eitt slag av martyri, ið er ofraður vegna sína trúgv. Bæði Jenis og Miðflokkurin fara ivaleyst at heysta nógvar atkvøður av hesum. Men tað er ilt at síggja, hvørja aðra samgongu Miðflokkurin kann innganga í. Hvørki Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi ella Framsókn vilja sannlíkt í samgongu við Miðflokkin, so núsitandi samgonga er tann einasti møguleikin hjá Miðflokkinum fyri at ávirka og avrika nakað.

Tí er tað mest sannlíka uttan iva, at Miðflokkurin letur annaðhvørt Steffan Klein Poulsen ella Bill Justinussen, allarhelst hendan seinna, fara í Landsstýrið fyri Miðflokkin, meðan Jenis av Rana verður konverteraður til vanligan tingmann.

Men alt hetta fáa vit vissu á, tá flokksstjórnarfundurin hjá Miðflokkinum, ið byrjar nú kl. 14, er liðugur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum