Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útstykkingin á Fossum verður steðgað

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  10.11.2022 - 15:48 Tíðindi

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um, at verkætlanin á Fossum í fyrstu atløgu verður steðgað. Samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina er 124,5 mió. kr.

 

Karl H. Johansen, borgarstjóri, sigur um avgerðina: 

“Í løtuni er ikki fíggjarligt rásarúm hjá kommununi at fremja alla hesa stóru verkætlan. Tí er hevur býráðið einmælt samtykt at steðga verkætlanini. Farið verður nú undir samráðing við verandi arbeiðstakara, RTS Contractors, um at gera neyðuga arbeiði fyri at gera fyrsta byggistig liðugt á ein forsvarligan hátt og fyri kommununa nøktandi kostnað.“  

Fyrsta byggistig fevnir um 21 grundstykki til sethús og øki til 13 randarhús. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Málið er, at fyrsta byggistig verður liðugt í 2023. Tey, sum hava fingið tillutað grundstykki fáa í næstum nærri kunning um, nær grundstykkini eftir ætlan verða  klár.

Allir sáttmálarnir í verkætlanini eru uppsagdir, og verkætlanin verður steðgað 1. desember í ár. Umframt samráðingar um at enda fyrsta byggistig, verður eisini samráðst um, hvussu farast skal fram viðv. restini av verkætlanini (byggistig 2 og 3).

Verkætlanin á Fossum varð sett í gongd í juni 2020. Verkætlanin fevnir um 89 grundstykkir, harav 43 stykkir til sethús og 46 til raðhús, umframt eitt stórt grundstykki, sum m.a. kann nýtast til ein barnagarð.

Les meira um verkætlanina á Fossum her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…