Lýsing
Lýsing
Lýsing

Armgarð Matras til minnis

SKRIVAÐ: Børnini  |  11.11.2022 - 08:52 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Mamma varð borðin í heim Úti í Stovu í Skúgvi, og livdi hon síni barna og ungdómsár har. Seinri fór hon til Havnar at arbeiða, og har møtti hon pápa okkara. Tey giftust, og fluttu til Viðareiðis, har tey búðleikaðust tað ið eftir var av teirra tíð her á foldum.

Mamma gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvari, var stillførð, men væl fekk hon frá hondini í gerandisdegnum. Hóðast at vit eru fimm syskin, og tætt ímillum okkum, stóð hon fyri øllum tí húsliga, vit manglaðu aldrin nakað. Tað var eisini í eini tíð uttan allar teir hentleikar, eitt nútímans húsarhald hevur í dag. Tað er lítið at yvast í, at onkuntíð hava dagarnir verið langir og strævnir, men hon gramdi seg aldrin.

Vit børn fóru hvørt summar til Skúvoyar at ferðast, við mammu sum ferðaleiðara. Henni dámdi væl at vitja aftur á slóðina, og minnast vit bara gott aftur á teir túrarnar. Tá var tað heldur ikki so lætt at ferðast sum nú. Sum oftast bleiv steðga á í Havn, har hon fekk heilsa uppá nógv av systkinum, og teirra børn, sum tá vóru búðsett har. Familiukær var hon sum fáur, og serliga tey seinru árini bleiv Skúvoyar søga lisin á tamb, fleiri ferðir. Telefonin bleiv nógv brúkt, og henni dámdi væl, tá vit børn, familia, ella onkrar av barndóms vinkonunum, ringdu. Hon var eisini óførð at halda sambandið við líka sjálv. Sera væl dámdi henni, at onkur av familiuni datt inn á gólvið, og kundi hon ofta fortelja okkum um tað.

Henni dámdi altíð væl at lesa, var væl vitandi um tað mesta, uttan tó at halda seg vita meira enn onnur, men spurdi tú hana, so visti hon nógv at siga frá.

Mammu dámdi væl at koma út millum onnur fólk, til dømis í ymiskar veislur og føðingardagar, og dugdi hon eisini væl at halda røður, tær vóru sera skemtiligar. Tiltikin er røðan hon helt í føðingardegnum hjá einum í grannalagnum. Hon brúkti ikki tað at skriva røðurnar niður áðrenn, onkuntíð hevði hon onkur stikkorð á ymsum pappírslepum, at styða seg til, men oftast bleiv røðan uppfunnin, meðan hon varð hildin, og væl lá fyri. Áhoyrarnir kundu sita í skellilátri.

Myndin omanfyri er tikin á 90 ára føðingardegnum, sum bleiv hildin í Missiónshúsinum á Viðareiði. Hon var tá farin at merkja aldurin, og nýðliga farin á røktarheim at búgva, men var sera glað fyri, at tað eyðnaðist so væl við degnum, tí nakrar vikur seinri legðist øll verðin í dvala vegna koronufarsóttina. Myndabókin ið ommudótturin gjørdi aftaná, bleiv nógv blaða ígjøgnum, og var hon sera glað fyri myndirnar í bókini.

Tað kundi veri so mangt annað, ein kundi fest á blað um mammu, minnini eru mong, og góð, men við hesum fáu orðum, vilja vit lýsa frið yvir minnið um mammu okkara Armgarð.

Børnini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…